Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Lítliskúli: Leygardagin 30.novembur kl 13.00-14.30, áðrenn jólatræðið á Vaglinum verður tendrað, hava vit opið hús, har til ber at hoyra um forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan í Lítlaskúla, síggja karmarnar og heilsa uppá starvsfólk, næmingar og foreldur.

Ein týdningarmikil partur av Lítlaskúla er vikuligi útiskúladagurin, so um viðrar, verður størsti parturin av tiltakinum uttandura. Kom og fá heitt kakao, baka sneisabreyð á báli og lær at gera fóðurkúlur til fuglarnar. Floksstovurnar, fimleikahøllin, bókasavnið verða opin og undirvísingartilfar og annað liggur frammi.

Umhugsar tú eitt øðrvísi skúlatilboð til barn títt, so er hetta eitt upplagt høvi at læra meira um frískúlan Lítlaskúla.

Lítliskúli er frískúli, sum síðan 2016 hevur arbeitt við floksstødd á í mesta lagi 16. Hetta er í tráð við eitt av høvuðstilmælunum í nýggjasta fólkaskúlaálitinum, og er eitt av mongu tilmælunum í álitinum, sum Lítliskúli longu arbeiðir eftir. Smáu flokkarnir gera, at lærararnir kenna børnini væl og kunnu laga undirvísingina til tørvin hjá einstaka næminginum. Lítliskúli brennur fyri fjølbroyttari undirvísing, at ymiskleiki er ein dygd, at varðveita nátúrliga forvitnið hjá børnunum – og at børnini hvønn dag skulu gleða seg til at koma í skúla!

Meira kann lesast um skúlan á heimasíðuni www.litliskuli.fo, har innskrivingarskjalið eisini sæst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo