Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Nógva umrøðan hevur munað, tí ymiskt er sett í gongd; eitt nú hevur Sernám latið gera kanningartilfar til næmingar í triðja flokki, sum allir verða kannaðir fyri orðblindi, og orðblindalærarar eru útbúnir til fólkaskúlan. Men hóast so er, er økið merkt av stórari ógreiðu og vantandi samskipan.

- Alt stendur í hálvum gekki. Tá ið Mentamálaráðið tók stig til at útbúgva fleiri orðblindalærarar í 2014, ávaraði Orðblindalærarafelagið ímóti at fara undir hetta, fyrr enn greiða var komin á økið, og tímar játtaðir til næmingar og orðblindalærarar. Vit hava ikki fingið fleiri tímar; tveir tímar verða latnir um vikuna til skúlar, ið hava ímillum 101 til 200 næmingar. Tað er alt, alt ov lítið, sigur Katrín S. Reynisdóttir, ið er forkvinna í Orðblindalærarafelagnum, sum er undirfelag undir Føroya Lærarafelag.

Vanlig mannagongd á Sernámi, ið varðar av næmingum við diagnosum, hevur verið, at hesir fáa tímar vegna serligan tørv.

- Tíverri uppliva vit, at næmingar, ið eru kannaðir á Sernámi og hava fingið staðfest orðblindi, ikki fáa tímar, hóast teir hava diagnosu. Vit meta, at tað er ábyrgdarleyst at kanna næmingar og staðfesta orðblindi uttan at geva teimum tímar. Somuleiðis eru tað næmingar, sum standa á bíðilista hjá Sernámi, ið ikki verða kannaðir. Orðblindalærararnir hava førleika at kanna, men mangla tímar at gera kanningina. At kanna ein orðblindanæming tekur minst 20 tímar við skrivligari frágreiðing. Lærarar koma til okkum við fleiri uppgávum og biðja um hjálp, tí tað er ov leingi at bíða eftir Sernámi, sigur Katrín S. Reynisdóttir.

Uppgávan hjá orðblindalærarunum er ógvuliga stór og umfatandi, og krøvini og væntanirnar nógvar.

- Vit eru undir stórum trýsti úr ymsum heraðshornum, tí tað eru nógvir næmingar, sum áttu at fingið hjálp, men eru í bíðistøðu, og tíðin flýgur frá teimum. Av tí at kanningartilfarið, sum er tøkt, ikki er endaliga liðugt, vantar okkum fyrisett mál, soleiðis at allir lærarar arbeiða á sama hátt; tað er sjálvsagt umráðandi, at vit arbeiða eftir einum og sama leisti og fáa normar, soleiðis at vit ikki gera mun á børnum.

Mett verður, at umleið 2-7 prosent av einum árgangi eru orðblind.

Lesið alla greinina í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo