Sprotin og Reinsaríið skipa fyri einum sera áhugaverdum "Orð og tónar-kvøldi" mentanarnáttina 2. juni. Ikki færri enn tríggjar nýggjar bøkur verða lagdar fram.
Fólk eru vælkomin at hugna sær við áhugaverdum práti ella njóta góðan tónleik við einum glasi afturvið. Kim Hansen og saksofonleikarin Hans Petur í Brekkunum standa fyri tónleikinum.
Dyrnar lata upp kl. 20, og fyrsta framløgan saman við Kim Hansen byrjar kl. 20.30. Steðgur er í millum framløgurnar, og til ber eisini at sita eina løtu, áðrenn hildið verður fram til onnur tiltøk.
Sí meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo