Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í september savnaðust lærarar og onnur á ráðstevnuni, ORD22 í Keypmannahavn. Børne- og Undervisningsministeriet og Styrelsen for Undervisning og Kvalitet skipaðu fyri. Úr Føroyum tóku lærararnir Annika Katrin Joensen og Charlotta Thorsteinsson lut. Endamálið við ráðstevnuni er at miðla ta nýggjastu vitanina frá gransking og royndum um orðblindni og aðrar lesitrupulleikar. ORD22 er ætlað teimum, ið starvast í fólkaskúlum, við ungdóms- og vaksnamannaútbúgvingum umframt hægri lestri.

Áhugin at taka lut var stórur. Luttakaratalið var 680; ikki færri enn 60 onnur stóðu á bíðilista. Hetta vísir, at áhugin fyri teimum orðblindu og lesi- og skriviveiku er stórur. Royndirnar vísa eisini, at meira verður gjørt í dag at finna fram til teirra, ið stríðast á hesum øki, og at royna at hjálpa teimum so tíðliga sum gjørligt. Fyrr hevur verið sagt, at um 7 % av fólkatalinum eru orðblind, men í dag verður sagt, at helst eru um 11 %, ið stríðast við orðblindni, hetta tí fleiri kanningar eru at finna hesi.

Orðblindni er ein lívlangur trupulleiki, men við góðum stuðli og tøkniligum møguleikum kanst tú í dag taka júst ta útbúgving, tú hevur hug til. Tað, at tú tíðliga í skúlatíðini fært staðfest orðblindni og fært at vita, hvussu tú best kemur ígjøgnum lesi- og skriviuppgávur og gerst tryggur við hjálpartólini, er av alstórum týdningi.

Á ráðstevnuni greiddi kenslumálaráðharrin í undanfarnu stjórn frá, at 88 milliónir krónur eru settar av árini 2023-2026 til orðblindaøkið. Nærum helvtin av játtanini, 40 milliónir, fer til at hjálpa ungum á FGU skúlunum – fyrireikandi grundútbúgvingunum. FGU hjálpir einum stórum parti av næmingum, ið koma við orðblindni, men staðið hevur á fíggjarliga. Stjórnin vil eisini tryggja, at lærarar og leiðarar á ungdómsútbúgvingunum eru førir fyri at taka sær av orðblindum næmingum.

Fyrireikandi grundútbúgvingin FGU er ein nýggjur skúlaformur í Danmark. Byrjað varð í august 2019, og í dag eru 27 stovnar, sum 88 skúlar eru knýttir at. Útbúgvingin á hesum skúlum er ætlað ungum undir 25 ár, sum ikki eru komin í gongd við nakra útbúgving, og sum eru arbeiðsleys. FGU rúmar teimum ymsu førleikunum hjá teimum ungu, og endamálið er at geva teimum vitan, kunnleika og hegni og at fáa greiðu á og tileggjan at gjøgnumføra eina ungdómsútbúgving ella at velja ófaklært arbeiði.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo