Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Eitt yrkingasavn og eitt stuttsøgusavn eru til umrøðu á Reinsarínum hóskvøldið kl. 20, tá ið Orð og tónar aftur eru á skránni.

Fyrra verkið, sum er til umrøðu er Tíðarhylkið eftir Ben Arabo.

Sámal Soll prátar við Ben Arabo um nýggja stuttsøgusavnið Tíðarhylkið. Samrøðan fer at snúgva seg um m.a. íblástur og skaldsligar fyrimyndir, umframt leiklutin hjá skaldskapi sum undirhald.

Stuttsøgurnar snúgva seg nærum allar um anti-hetjur. Persónarnir, sum høvundurin skapar í sínum søgum, eru langt frá fyrimyndum, ið vit royna at liva eftir. Fanansskapur, sjálvsøkni og hástórleiki ganga aftur í stuttsøgusavninum.

Stundum eru samfelagsatfinnandi tónar í savninum t.d., tá ið evni sum haturstala og leikluturin hjá listafólkum í føroyska samfelagnum verða viðgjørd.

Men fyrst og fremst eru stuttsøgurnar undirhaldandi og óhátíðarligar. Tær megna at undirhalda lesaran, samstundis sum tær geva tilfar til umhugsanar.

Heiti eftir Tórodd Poulsen
Komið er eitt nýtt yrkingasavn Heiti hjá Tóroddi Poulsen, sum leggur seg vakurt aftrat stóra bunkanum við nú tilsamans 47 bókum eftir sama frálíka skald.

Kinna Poulsen, sum skrivaði bókina "Úr Myrkrinum - ein bók um Tórodd Poulsen" fer at práta við skaldið um ta nýggju bókina og tey nýggju og gomlu evni, hon viðger. M.a. um at skapa list burtur úr dreymum og tokulúðrum.

Tóroddur fer eisini at lesa upp.
Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá sangaranum og sangskrivaranum, Flóvini Viderø, sum fer at spæla nøkur av sínum góðu og fangandi løgum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo