Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vegna høga oljuprísin, støðuna í heiminum og størri umhvørvistilvit er nú rættilig ferð komin á orkuskiftið. Bert í ár hevur Tórshavnar kommuna fingið 201 umsóknir um jarðhita, hetta í mun til 128 í 2021, 108 í 2020 og 84 í 2019.

Stóra íløgan í Fjarhitaskipanina hevur ongantíð givið størri meining enn júst í dag. Tí í dag verður latið upp fyri høvuðsleiðingini á Svínaryggi og Vesturbýurin verður knýttur í. Frá í dag av spara vit meir enn 350.000L av olju. Upp ímóti 1700 brúkarar eru í fjarhitanetinum í dag, men vit arbeiða við at kunna knýta fleiri uppí samhaldsføstu skipanina. Ætlanin er at býlingar kunnu taka seg saman og í felag fara uppí fjarhitaskipanina. Men fleiri faktorar spæla inn, tá ein skal meta um, hvør orkukelda er best fyri teg. Tað veldst um staðseting, slag av húsum, bjálving, grannalag, osv.

Jarðhitin er vorðin rættiliga populerur, men har sum tætt er millum húsini, kann tað forða fyri, at fleiri í grannalagnum kunnu fáa sær jarðhitahol, tí ov stutt má ikki vera ímillum tey. Í tætt bygdum økjum kann loysnin vera at sláa seg saman um nærhitaskipanir. Dømi um nærhitaskipan er Tórsbyrgi, sum í longri tíð hevur ynskt at sløkkja felags oljufýrið og binda í sjóvarorkuskipanina hjá kommununi á Boðanesheiminum. Hettar mettu vit í býráðnum verða eina upplagda royndarverkætlan til at fáa glið á nærhitaskipanir, sum vit allarhelst fara at fáa nógvar av í framtíðini.

Á seinasta býráðsfundi varð einmælt samtykt at fara undir hesa verkætlanina.

Í Kollafirði fara vit saman við landinum í gongd við at gagnnýta heitu kelduna, ið hevur oyst 14 tons av 26 stig heitum vatni á sjógv um dagin. Tá vit hava gagnnýtt alla orkuna úr holinum, hava vit fortrongt einar 350.000L av olju!

Í Tórshavnar kommunu búgva útvið 43% av fólkunum í Føroyum, og eisini eru nógvir stórir vinnuligir og almennir bygningar. Tí hava vit, sum sita í býráðnum í dag, ein stóran sentralan leiklut í orkuskiftinum í Føroyum. Við nøkrum málrættaðum átøkum samla vit nú træðrirnar og byggja víðari á góða, framskygda arbeiði, ið longu er gjørt frammanundan.

Sum forkvinna fyri náttúru- og umhvørvisnevndini er uppgávan innanhýsis latin mær, og mín visjón at gera orkuskiftið í kommununi so skilagott, skynsamt, samhaldsfest og skjótt, sum gjørligt.

Tað gera vit við at skipa økið betri, m.a. við einari hitaætlan, har vit kortleggja, hvørjar hitaloysnir egna seg best í ymsu býarpørtunum og bygdunum.

Bæði borgarar og vinnan hava saknað útspæl frá kommununi, tí øll vilja gera røttu, bíligastu og haldbarastu íløguna, nú rættilig ferð er komin á orkuskifti.

Tí hava vit saman við umsitingini í longri tíð arbeitt við einum stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum 3. og 4. november, har borgarin, vinnan og vit politikarar kunna verða so væl ílatin sum til ber at taka avgerðir um grønar orkuskipanir til hús og heim, almennar og privatar bygningar.

Á tiltakinum verða framløgur frá sentralum fólkum úr Føroyum og Danmark, kjak og spennandi mennandi eksperimentarium til skúlabørn og lesandi.

Av teimum 7500 bygningunum í Tórshavnar kommunu eru einir 5000 bygningar eftir, ið skula skifta frá olju til aðra hitakeldu komandi árini. Skiftið er mett at kosta einar 1,5-2 mia krónur. Til hesa stóru samfelagsbroyting er neyðugt at hava eina ætlan og at stýra væl. Hitaætlanin fyri alla kommununa skal vera eitt planleggingar- og stýringsamboð fyri okkum øll, politikarar, vinnu og privatu húsarhaldini. 

Eg eri tí sera spent til hitaætlanin verður løgd fram 3 november, so vit øll, borgarar, vinna og politikarar kunnu gera heilt ítøkiligar ætlanir fyri eitt skjótt og dygdargott orkuskifti.

Bjørg Dam
Forkvinna í Tórshavnar býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo