Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í gjár kom eitt lesarabræv út á VP, sum ikki átti at verið koyrt út.

VP fær eins og aðrir miðlar nógv tilfar sendandi hvønn dag. Sumt fer í sum tað er, annað verður redigerað og uppaftur annað kemur ikki í.

Tað var eitt mistak at lesarabrævið, sum hevur sært fleiri, fór út, og tað harmar okkum. Mistakið bleiv seinni rættað.

Miðlar skulu vera rúmligir, teir skulu verja talu- og skrivifrælsið, men sjálvsagt undir ábyrgd og innanfyri lógarinnar karmar.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo