Filmurin um eina stumma konu sum gerst góð við eitt svartgrønt sjótrøll vann í morgun heiðurin sum besti filmur, tá Oscar filmheiðurslønirnar vórðu lætnar fyri 90. ferð.
Filmurin hevði 13 tilnevningar og vann tá avtornaði fýra Oscar heiðurslønir.
Nevnast kann, at 59 ára gamli bretski sjónleikarin Gary Oldman fekk ein Oscar fyri leiklutin sum Winston Churchill í filminum "Darkest Hour". Og hjá kvinnunum var tað Frances McDormand sum vann heiðurin sum besti sjónleikari fyri sín leiklut í filminum "Three Billboards Outside Ebbing, Missouri".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo