Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað fór maður av húsi í Port Moresby, sum er høvuðsstaðurin í Papua Ný Guinea, tá tað frættist, at til bar at taka pengar út í sjálvtøkuni hjá størsta bankanum í landinum, Bank South Pacific, uttan at nakað var tikið av kontuni.

Um tað var tí at bankin var í serligum páskahýri, ella talan var um onkra tekniska villu, hugsaðu tey í stóðu í longum bíðirøðum neyvan um. Frætt er frá, at nógv bleiv tikið út og eisini brúkt hesa løtuna ímeðan tað vardi.

Almenna australska kringvarpið ABC skrivar, at bankin nú hevur sett seg í samband við tey, sum tóku meira út enn tey áttu, og biði tey koma aftur við pengunum.

- Hetta er eitt hendiligt óhapp. Vit hava lagt okkara telduskipanir um, og í tí sambandi er ólag komið á, so saldoirnar hjá okkara viðskiftafólki ikki vísa rætta upphædd, sigur eitt talsfólk fyri bankan.

Sjálvtøkurnar hava verið stongdar eitt skifti, og bankin lovar, at rættlag skjótt fer at koma á teldurnar aftur, so kundarnir fáa rættar upplýsingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo