Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er netmiðilin birdguides.com sum skrivar, at óvanliga nógvur lítil valmási (Larus glaucoides) er sæddur í Føroyum so tíðliga, og tí kann væntast, at hetta fuglaslagið hevur havt ein serliga góðan árgang.

- Vanliga er talið størst í februar, men seinastu dagarnar eru í minsta lagi 1.000 lítlir valmásar komnir til Føroya, og væntast kann, at sama fer at henda í Bretlandi, Írlandi og aðrastaðni í norðurvestur Europa, skrivar miðilin, sum ikki sigur, hvaðani upplýsingarnar koma frá.

Nakað tað sama hendi veturin 2011-12. Tá var ein lítil innrás í Føroyum um jóltíðir, og tann veturin mundu einir 4.000 lítlir valmásar verða taldir, skrivar birdguides.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo