Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tann óvissan sum valdaði í Vestmanna Skúla undan summarfrítíðini tykist ikki vera blivin minni, nú skúlarnir byrja aftur fyrsta dagin.

Hvørki lærarar ella næmingar hava fingið nakra kunning ella nakað skema fyri komandi skúlaár.

Í gjár frættist eisini, at varaskúlastjórin, Fríðgerð Ovadóttir, er koyrd úr starvi.

Áðrenn skúlin fór í feriu var frammi, at lærararnir á skúlanum høvdu sent Undirvísingar- og Mentamálarðanum eitt skriv, har teir kærdu seg um støðuna, tí teir kendu seg ikki tryggan við skúlastjóran, Alis Jónu Højsted.

Tað hevur hvørki borið til at fingið viðmerking frá skúlastjóranum ella nú fyrrverandi varaskúlastjóranum í dag. Men foreldur og lærarar á skúlanum, sum VP hevur tosað við, siga seg framvegis vera ørkymlað um støðuna.

Herfyri spurdi Sirið Stenberg løgtingskvinna Jenis av Rana landsstýrismann um støðuna á skúlanum.

Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo