Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nær: Hóskvøldið 9. februar kl. 19.
Hvar: Posthúskjallarin, Tórsgøta 8

Veljarakanningarnar søgdu eitt, men valúrslitið segði nakað annað.

Clinton vann ikki á Trump, bretar vóru ikki verandi í ES, og Edmund Joensen var ikki valdur á Fólkating, sum veljarakanningarnar annars greitt vístu.

Hóskvøldið 9. februar vilja vit vita, hví veljarakanningar kunnu lumpa. Vit spyrja:

- Hvønn týdning hava veljarakanningar fyri valstríð og fyri fjølmiðladekningin? Rógvi Olavson er mentanarsosiologur og fjølmiðlafólk.

- Hvussu verða veljarakanningar gjørdar í Føroyum og hvussu verða tølini viðgjørd? Hvørjar eru styrkirnar og veikleikarnir við innsavningini? Er verri at gera umboðandi veljarakanningar í dag í mun til áður? Laila Hentze, stjóri á Gallup Føroyum, og Heri á Rógvi, stjóri á Lóðri, greiða frá háttalagnum undir veljarakanningum.

- Uttanlands verða úrslitini úr fleiri veljarakanningum sett saman fyri at raka betri. Flóvin Eidesgaard, støddfrøðiligur búskaparfrøðingur, sum sjálvur hevði sínar forsagnir til amerikanska valið, greiðir frá styrkjunum og veikleikum við hesum háttalagnum.

- “Fólkaflokkurin verður størsti flokkur við 24 prosentum” segði veljarakanning í novembur, men hvat merkir tað? Jón Joensen, hagfrøðingur, greiður frá týdninginum av hagfrøðiligari óvissu fyri úrslitið á veljarakanningum.

Spurnarrunda verður eftir hvørt upplegg.

Tiltakið er alment og ókeypis. Øll eru vælkomin.

Fyrsta framløgan verður klokkan 19. Dyrnar lata upp klokkan 18:30. Tiltakið verður áleið tveir tímar. Ókeypis kaffi verður at fáa alt kvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo