Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52- 151/2021 frá Eyðgun Samuelsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um talsfólk á brekøkinum

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at seta eitt talsfólk á brekpolitiska økinum?
2. Um so er, nær kann væntast, at klárt er at seta talsfólkið?
3. Hvar verður talsfólkið staðsett?

Til nr. 1 og 2
Ætlanin er at fara undir arbeiðið at fáa eitt talsfólk til brekpolitiska økið. Landsstýrismaðurin hevur sett hetta á skrá til komandi tingsetu.

Áðrenn gongd er komin á arbeiðið við at fáa eitt brektalsfólk er tað ikki møguligt neyvt at siga, nær eitt talsfólk er klárt at seta, men landsstýrismaðurin hevur góðar vónir um, at hetta verður í 2023.

Til nr. 3
Tað ber ikki til hjá landsstýrismanninum at siga nakað um, hvar talsfólkið verður staðsett áðrenn farið er undir arbeiðið.

Almannamálaráðið 1. apríl 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo