Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú er møguligt at ogna sær hálvoynna Knold, sum liggur í sunnara parti av Fjóni í Danmark. 

Fyens.dk skrivar, at oyggin er sett til sølu fyri 17,5 milliónir krónur. 

Oyggin varð sett til sølu fyri einum ári síðan fyri 20 milliónir krónur, men tað eydnaðist ikki at selja hana tá. 

Nú er so januar og útsøla, og eigararnir royna nú aftur við einum prísi, sum er 2,5 milliónir krónur lægri.

Oyggin er 41 ha til støddar, og tann, sum fær hana, fær 239 fermetrar av jørð til ognar.

Knold er landføst við Fjón, og tað ber harvið til at koyra út á oynna.

Tað er vanligt, at oyggjar verða seldar í havinum nær við Fjón. Í 2021 varð Langø nær við Langeland seld fyri 10 milliónir krónur, og í 2020 varð Halmø nær við Ærø seld fyri somu upphædd, skrivar tv2fyn.dk.

Í februar 2020 varð ein oyggjabólkur í Suðurdanmark seldur. Talan var um Bastholmene, sum fór fyri 1,5 milliónir krónur, skrivar sama avís.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo