Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Business Line: Gongdin hjá P/F Bergfrost hevur í fleiri ár verið støðug og góð, men árið í fjør gjørdist serstakliga gott, tá felagið trífaldaði avlopið, ið smeyg sær upp ímóti 9 mió kr aftaná skatt.

P/F Bergfrost varð stovnað í 1995 og fór at taka ímóti frystivørum í februar 1996. Grundhugskotið, sum Bergfrost byggir á, var at taka ímóti frystum pelagiskum fiskavørum. Síðani hevur Bergfrost víðkað grundarlagið til at fevna um frystivørur úr havinum yvirhøvur.

Fyrimunirnir vóru fleiri: Fuglafjørður fekk grót til havnagerð, sárið í náttúruni varð ósjónligt, og bergholið kundi brúkast til goymslu. Bergfrost er einasta frystigoymsla í Føroyum, sum hevur sítt virksemi undir fjall.

Bergfrost tekur ímóti fiskavørum frá mest sum øllum skipabólkum – eitt nú rækjutrolarum, pelagiskum skipum, flaka- og verksmiðjuskipum og farmaskipum, sum sigla í Norðuratlantshavinum.

Umsorgan fyri umhvørvinum var startskotið til at spreingja frystigoymslur inn í fjallið. Hildið var, at sárið í náttúruni gjørdist ov sjónligt, um grótbrotið við Fuglafjørð varð víðkað norðureftir. Framskygdir kommunustýrislimir skutu í staðin upp, at farið varð longur inn í fjallið eftir grót.

Sí fleiri upplýsingar um  gongdina, leiðslu, o.a. hjá P/F Bergfrost í nýggju, almennu vinnuskránni hjá BL.fo her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo