Úrslitið hjá P/F Tjaldur samtakinum í fjør var 87 milliónir krónur áðrenn skatt.
Hetta er betri enn árið fyri, tá úrslitið var 75 milliónir krónur.
Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá felagnum, nú rokniskapurin er góðkendur á aðalfundinum.
Tjaldur samtakið hevur virksemi bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur eisini verið virkið innan fleiri vinnur síðstu árini.
Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra.
Móðurfelagið hevði eitt nettoúrslit eftir skatt á 51 milliónir krónur.
Tað eru 230 fulltíðarstarvsfólk í samtakinum.
Nevndarformaður í P/F Tjaldur er Rúni M. Hansen. Hinir nevndarlimirnir eru Helge Lund og Líggjas í Bø. Árni Rasmussen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo