07 Vestur: Tveir av evnaríku ungdómsleikarunum hjá 07 Vestur, Pætur Askelsen og Jónas Prior, hava gjørt sáttmála við barndómsfelagið.
Pætur og Jónas, sum fyltu 16 fyrr í ár, í ávíkavist apríl og mei, umboðað til dagligt U17-liðið hjá 07 Vestur, men hava eisini verið fingið sínar fyrstu dystir í 1. deild, og báðir hava eisini roynt at sita á bonkinum í Betri Deildini.
Sandavágsdreingirnir eru teir fyrstu í sínum árgangi at gera sáttmála við 07 Vestur. Saman við Jón Nielsen, sum skrivaði sáttmála fyrr í ár, eru teir partur av sterka og evnaríka U17-hópinum, har væntandi fleiri koma at skriva sáttmála komandi tíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo