Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bretski telerisin BT hevði fyri umleið 10 árum síðani, eina lýsingarrøð sum bygdi á yvirskiriftina, og hvørs endamál var at vísa á dygdina í talaða samskiftinum millum fólk. Og í eitt ávíst tíðarskeið, legði fartelefonin eisini nógva talutíð afturat vanligu telefonnýtsluni.

Eisini í Føroyum hevur telefonin verið vanligi samskiftishátturin, har fólk ikki hava verið saman í gerandisdegnum. Somuleiðis varð meginparturin av samskiftinum við almennar myndugleikar, bankar og handil, avgreitt um telefonina.

Her er kortini eitt rættiligt siðaskifti á veg. Eitt siðaskifti, har dagliga talan um telefonina, fjarar burtur í samlaða samskiftismeldrinum, og ikki eru løturnar har tú hoyrir bíðitónleik í hinum horninum so fáar heldur. Størri og størri partur av øllum samskifti fer eisini fram á skrift, antin sum óformligt samskifti um sosialar miðlar. Ella í skrift, á talgildum pallum, ella umvegis torgreiddar gøtur á veg til eitt hálvgoymt spurnarblað, av minni pedagogiskum uppruna.

Eg havi varhugan av at hettar skifti í okkara hátti at tosa saman, ikki er tilætlað hjá teimum flestu, men heldur er ein avleiðing av tøkniligari menning seinnu árini.

Vit eiga at hugsa um hvørjar avleiðingarnar eru av, at vit í so stóran mun flyta okkum frá taluni til skriftina, og hvat tá ger við okkara samskiftisførleikar uppá sikt.

Harumframt er eingin ivi um at ein partur av fólkinum verður settur uttanfyri í nýggja ikki talandi heiminum. Hugsi serliga um tey eldru, sum ikki eru so ferm við nýggju talgildu tøknini, men tað eru eisini aðrir samfelagsbólkar, sum hava trupulleikar av at talumøguleikin dettur burtur. Hugsi um øll tey sum aftra seg við knappaborðið, tí førleikin at skriva ikki kann samanberast við teirra førleika at tosa. Hesi eru ikki so fá, tá til stykkis kemur.

Uttan iva eru tað nógvar rationellar orsøkir til at spara burtur talutíðina, og onkrar samrøður høvdu verið betri ógjørdar, men eftir mínum tykki, er nógv sum fer fyri skeyti í okkara millummenniskjaliga samskifti, um vit ikki framyvir brúka okkara okkara fremsta samskiftisamboð, taluna, tað at kunna tosa saman.

Okkara munnliga samskiftismál er kanska fremsta og týdningarmesta amboðið vit eiga, og sum bindur saman um øll mørk. Kanska serliga har sum skilnaður er millum okkum menniskju.

Vit hava tørv á at hugsa um hettar siðaskiftið í øllum samfelagsgeirum. Heldur enn at grava málsligar gjáir, eiga vit at menna tosið og taluna.

Hóast skriftmálið er góður bulur undir okkara samskiftimøguleikum, so er ikki verri at duga at tosa saman.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo