Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen viðvíkjandi negativari rentu hjá bankunum.

Vit frætta umvegis miðlarnar at føroysku bankarnir hava ovurhonds góð úrslit, nú ársúrslitini vera gjørd upp. Tað er sjálvandi at fegnast um, tí vanliga plagar samfelagið at hava tað væl tá ið tað gongst bankunum væl.

Føroysku bankarnir hava hóast stóra ábyrgd, ikki harða kapping innanlands. Vinnustøðan er í stóran mun lík monopolvirksemi, og kundaskarin hevur ikki nógv flytføri. Harumframt eru kundarnir tengdir at bankunum gjøgnum teirra lønarskipanir, so fortreytirnar hjá bankunum eru óvanliga góðar at tryggja bundinskap millum seg og kundan. Harafturat er tað ógvuliga roksut at skifta banka.

Harumframt eru tveir av bankunum sifi bankar, sum eru ov týdningarmiklir fyri samfelagið til at fara á húsagang.

Samanumtikið eru bankarnir í eini so góðari  og priviligeraðari vinnustøða, at teir í veruleikanum eiga at hava størri samfelagsligar og fólksligar skyldur, enn bert at tæna íleggjarunum.

Hesa síðstu tíðina, hava bankarnar umframt serligu vinnufortreytirnar, frá landsstýrinum fingið serligt loyvi at krevja negativa rentu av tí sum kundin eigur innistandandi í bankunum. Hetta má sigast at vera eitt grundleggjandi álitisbrot millum tær vantanir, sum kundin hevði tá hann byrjaði at seta pening á bók í bankanum, og tey lyftir sum bankin gav tá.

Ilt gerst verri, tá kundin, sum eigur lívið í bankanum, hjálparleysur stendur og hyggur at meðan íleggjararnir fara avstað við hart vunnu og uppspardu krónunum.

Tí hesar spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclassen.

- Hvussu nógva inntøku hava føroysku bankarnir, hvør sær, havt av negativu rentuni higartil?

- Hvussu stórar eru inntøkurnar hjá bankunum av avgreiðslugjøldum, í sama tíðarskeiðið?

- Hvussu er útlánslutfallið hjá bankunum, millum sethúsalán og vinnulán?

- Hvussu er lutfallið millum úrslitið hjá bankunum, samanborið við samlaðu inntøkuna hjá bankunum av negativum rentum, hjá hvørjum banka sær?

- Er bankunum loyvt at krevja gjald fyri lønarkontur, og um so er, ætlar landsstýrismaðurin at broyta hesi viðurskifti.

- Leggur støðan sum sifi-banki aðrar skyldur á bankan, enn vinnuligar, og í so fall hvørjar?

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo