Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er ein long røð av feløgum sum spjaða til metúrslitið hjá einum av heilt stóru fyritøkunum innan føroyska fiskivinnu, Palla hjá Mariannu, við heimstaði í Norðhavnini í Klaksvík.

Felagið er móðirfelag fyri virksemið hjá Rasmussen monnunum í Klaksvík, har Kristian Martin Rasmussen er nevndarformaður og Jan Petersen er stjóri.

Palli hjá Mariannu eigur allan partapeningin í Christian í Grótinum og Norðborg, Larsen Danish Seafood í Týsklandi, umframt bakarínum Amarant og so smærri ognarpartar í fleiri øðrum virkjum, eitt nú Vesturskin, Northpelagic og Pelagos.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at felagið í 2019 hevur goldið nærum 49 mió kr í tilfeingisgjaldi umframt 19 mió kr í partafelagsskatti, ella nærum 70 mió kr í skatti og avgjøldum.

Í fíggarstøðuni sæst eisini, at virksemið í Týsklandi hevur ikki verið heilt sum ætlað.

- Sølan lækkaði við 139 mió kr, og høvuðsorsøkin er, at sølan hjá niðursjóðingarvirkinum í Týsklandi lækkaði fyri 164 mió kr.

Fíggjarstøðan hjá konsernini javnvigar nú við meira enn einari milliard krónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo