BirkBloggur: Frá 1998 til og við í fjør, hava bestu árini til sjónleik verið 2009 við 31 áhugaleikum, meðan besta árið til yrkisleik var 2019, tá ellivu yrkisleikir vórðu settir á pall kring landið. Lakasta árið til áhugaleik var fyrrárið, tá bara tríggir leikir vórðu. Árið undan vórðu eins fáir yrkisleikir, tríggir, settir á pall. Sama lágpunkt rakti yrkisleikur í 2005 og 1998. Mátið fyri at føroyskur yrkisleikur anir, men ikki doyr út, er eftir hesum at døma trý leikverk um árið.
Hyggja vit í sama tíðarskeið eftir vitjanartølunum sæst, at tá einki er at hyggja eftir kemur eingin. Hinvegin er tað ikki vist, at tá flestu leikir eru at síggja, aktiverar tað flestu áskoðarar. Hóast ein ábending kann hómast, eru vitjunartølini ikki ájavnt við talið á leikum, skuldi onkur vænta tað. Givið er, at viðurskiftini millum leiktal og seld atgongumerki eru samansettari enn so, hóast tey ikki síggjast í tølunum hjá Hagstovuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo