Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Lítið hevur verið at frætt frá aktørunum á bonaðu fjalunum, nú fyrsta trilvanin er byrjað fram ímóti eini nýggjari heimastýrisstjórn. Nøkur pipp nú á miðdegi – annars merkiliga lítið. B, C og F vunnu valið, meðan A og E taptu og D hvarv av politiska pallinum. Teir einastu, sum veruliga hava úttalað seg eftir valið, eru fólkafloksoddvitin Beinir, og Andrias Jacobsen, landsnevndarformaðurin, sum hevur ætlanir um at endurreisa Sjálvstýrisflokkin, hóast fólkið í Føroyum greitt hevur givið honum durðafjórðingin. Gott kortini, at tey finnast, sum dáma at stríðast ímóti vindmyllunum. Beinir Johannesen dyrgir eftir einari loysingarsamgongu (A, E, F og H) og blaðstýrarin Jóhann Lützen partrolar í Kringvarpinum saman við honum, helst tí at lýsararnir hjá Norðlýsinum fyri tað nógva svimja í farvatninum hjá Fólkaflokkinum.

Nær Miðflokkurin er vorðin ein loysingarflokkur, tað kann bara Harrin Guð okkara vita. Jenis er socialdemokratiskur sambandsmaður av Tvøroyri, Bill kom upprunaliga úr Sambandsflokkinum upp í Miðflokkin - umvegis onkran annan flokk - og Steffan man vera væl meira enn íligin sum sambandsmaður, og Fólkaflokkurin kann finna uppá at herða loysingarretorikkin upp undir eitt val, um neyðugt, men tá ið tað kemur til skarpskeringar er tað sum at negla buding upp á eitt bróst. Viðvíkjandi Miðflokkinum er støðan eisini hon, eftir valið, at hann við verandi umboðan er meira teokratiskur enn demokratiskur, meira ein samkoma enn ein politiskur flokkur, tí er lítil kjansur fyri, at nakar tekur hann við í eina nýggja samgongu. Sporene skræmmer, sum danir taka til.

Vágaportalurin róði framundir fyri viku síðan, áðrenn valið, at tríggir realpolitiskir møguleikar vóru fyri samgongu eftir valið. AEF(D) ella BCF(D) ella CEF. D er dottin út úr øllum líkningum, og møguleikin fyri tí, sum onkur rópar eina loysingarsamgongu, er at kalla minni enn ongin. Ein støddfrøðiligur møguleiki er ein BCE samgonga, men hon er lítið sannlík uttan so, at Tjóðveldisflokkurin ætlar at beganga harakiri fyri opnum tjaldi, ella ætlar at eggja til, at ein nýggjur lýðveldisflokkur verður stovnaður áðrenn val verður aftur. Við verandi ambitiónsstøði frá valstríðnum, tá flokkurin var nøgdur við at loysa gerandisdagin hjá føroyingum í danska heimastýrinum, er stórur vandi fyri, at hann skjótt verður yvirhálaður sum hin ultimativi loysingarflokkurin, men tað var kanska væntandi, so lítil sum sorteringin hevur verið fyri inngangandi trafikki av valevnum - so ymisk og ivasom í litbrigdum.

Eftir eru so møguleikarnir BCF og CEF.

Tað sigst, at Ruth Vang var vorðin so heit í lógvunum av telefonini og kimanini frá Bárði á Steig Nielsen í vikuskiftinum, at hon ikki orkaði meira fyribils. Bárður ætlaði sjálvandi at fremja sama klassikaran sum Kallsberg í 1998. Tá skeklaði Annfinn Gamla Sjálvstýri so tætt at Fólkaflokkinum í samráðingunum, at tann alliansan bleiv størri enn Tjóðveldisflokkurin og í stóran mun stýrdi hon samráðingunum. Nú ætlaði Bárður tað sama við Framsókn, og so var bara eftir at leggja fríggjarakortið inn til Aksel, sum av náði kundi gerast løgmaður, meðan B og F fáa teir tungu sessirnar í landsstýrinum komandi.

Retorikkurin hjá Javnaðinum er farin at líkjast Potemkin tjøldum, teir fyrigykla fólki, at teir ætla eina vinstra stjórn við Framsókn sum kitti, men eisini í Javnaðarflokkinum finnast fólk, sum hava lisið Machiavelli, sum kenna tað karráa maktspælið, og fyri teimum er eingin ivi, tey ynskja og miða eftir einari heimastýrissamgongu millum B og C við Framsókn sum kitti (stand in fyri Gamla Sjálvstýri) – og 19 tingfólkum aftanfyri seg – tað er tað, sum nú verður farið eftir. Í grundini eru hetta eisini flokkarnir sum vunnu valið. Tað verður vónleyst hjá Javnaðarflokinum at stýra við Sambandsflokkinum í andstøðu. E og F fara at krevja eina niðurlaðing av blokkinum, tað er eitt must fyri teir, og tá fer Bárður í andstøðu stútt og støðugt at seta eina minking av blokkinum í mun til øll tey vitleysu vallyftini hjá Akseli. Saman við Sambandinum fer tað enntá at bera til at tosa við danir um at hækka blokkin, fyri at møta annars ússaligu útlitunum hjá Føroya fólki, ja, fyri at loysa gerandisdagin hjá fólkinum í danska heimastýrinum. Ein trivaligur kekkur, afturat donsku gávunum frá Sjúrði Skaale, hevði komið væl við í hesum døgum.

Tá Aksel í dag hevur fingið samráðingarmandatið fer hann upp á kvamsvís at tosa við E og F. Tað snýr seg um at látast. Tá Høgni og Ruth leggja kravið fram um at kuta nakað av ríkisveitingini hendir tað sama sum sleit CHE-samgonguna í 2008. Blokkurin sprongdi ta samgonguna í luftina, og tá liggur leiðin opin inn í heimastýrisparadísið við Framsókn sum kitti, eftir at Ruth hevur slept øllum idealum, og tað gjørdi hon fyri opnari mikrofon á miðdegi í dag, og spurningurin er so bara hvussu lítið tað tilsýnilátandi tjóðskaparliga Framsókn verður, tá ið val verður aftur um fýra ár ella fyrr enn tað. Eftir øllum at døma eydnaðist tað Bárði at gloypa Framsókn í einum, og spennandi verður at frætta hvussu partíeigarin Poul Michelsen trívist við hesi nýggju leiðini hjá politiska einkarbarni hansara.

Í fíggjarnevndini liggur eitt uppskot til løgtingsfíggjarlóg. Eftir politiska kreativa bókføring hevur hon eitt avlop á 12 milliónir krónur. Vitleysu vallyftini skulu fíggjast, serliga tey astronomisku hjá Javnaðarflokkinum. Væntandi fara danir ikki at seta seg upp ímóti einari hækking av blokkinum, fyri at halda temperaturinum landanna millum, men kortini er tað lívsneyðugt at seta ein økonomiskan pansarageneral út í Leigubúðina – í Fíggjarmálaráðið – annars eru Føroyar enn einaferð vorðnar eitt trotabúgv, tá næsta valskeiðið er runnið.

Andstøðuflokkarnir í omanfyrinevndu samgongu-konstellatión kunnu so seta seg at sleikja sárini tey næstu fýra árini. Tey virðiskonservativu vunnu stríðið um Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkurin má rudda alt óruddið burtur av sær og hvessa sær tjóðskaparprofilin aftur og Miðflokkurin fer nú burturav at taka sær av teimum hægru málunum, teimum sum liggja langt omanfyri gerandisdgin hjá vanliga fólkinum.

Næstu fýra árini fara Sambandsflokkurin, Framsókn og Javnaðarflokkurin at stjórna danska heimastýrinum.

NB: Eitt áhugavert úrslit á valinum var annars, hvussu forkvinnan og sjefideologurin í Heimafriði kláraðu seg í undirtøku frá Føroya fólki. Tær báðar Trina Eysturoy og Rúna Sivertsen fingu 36 atkvøður í part. 72 atkvøður tilsamans av 34.209 atkvøðum, sum vóru á vali.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo