Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroysku feløgini BankNordik og Bakkafrost, sum bæði eru børsskrásett, fóru í hvør sína ætt hvat kursinum viðvíkir í fjør.

Ímeðan eigararnir í BankNordik kundu staðfesta, at partabrøvini hækkaðu um 38% í virði í fjør, máttu partaeigararnir í Bakkafrost sambært heimasíðuni taka til takkar við eini minking í kursinum uppá smá 9%.

Tað hevur annars ikki verið vanliga myndin. Bankar sum heild hava havt tað stríggið í fleiri ár, ímeðan feløg sum Bakkafrost hava lagt afturat virðinum. Men í fjør var so umvent.

Bæði feløg høvdu ætlanir um at gjalda út vinningsbýti í fjør, men avlýstu útgjaldið við teirri grundgeving, at koronasmittan elvdi til stóra óvissu um framtíðina.

BankNordik var veruliga eitt "gott pappír" í fjør. Ikki bara endaði kursurin á 152 dkk við ársenda, eftir at hava byrjað árið á 108 dkk, og verið heilt niðri á 89 dkk tá svartast sá út í mars. Bankin kláraði seg eisini sera væl í mun til aðrar bankar. Sambært egnum upplýsingum á heimasíðuni liggur vísitalið OMX Copenhagen Banks við árslok smá 5% undir tí sum tað byrjaði árið við. Við øðrum orðum hevur BankNordik klárað seg yvir 40% betri enn bankarnir í tí vísitalinum seinasta árið.

Hóast Bakkafrost er minkað í virði í 2020, so hevur fyritøkan klárað seg væl í mun til aðrar líknandi fyritøkur. Miðilin Ilaks.no skrivar, at Mowi, sum er heimsins størsti laksaframleiðari, fall góð 16% í virði og Grieg Seafood misti heili 39%. Besta árið hevði Havyard Group sum mest fæst við avleiddar vinnur frá alivinnuni, so sum at byggja brunnbátar. Har var virðisøkingin í fjør yvir 500%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo