Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partabrøv kring heimin hækka í virði, fyrsta handilsdagin eftir at tað leygardagin gjørdist greitt, at demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, hevur vunnið forsetavalið.

Íleggjarar søgdu annars áðrenn amerikanska forsetavalið, at tað var betri fyri partabrøvini um Donald Trump vann valið.

Tó lækka tvey av stóru vísitølunum í USA, Dow Jones og S&P 500 eitt vet ímeðan serliga tøkni indexið, Nasdaq, gongur fram.

Í norðurlondum og serliga í Danmark ganga partabrøvini beint upp í loft, og tað er eitt nú tí Vestas og onnur sum framleiða grøna orku vænta sær betri treytir í USA undir Biden.

Hyggja vit eftir føroysku partabrøvunum ber til at staðfesta, at ímeðan BankNordik gongur fram við hálvumøðrum prosentstigi ella har á leið, so minkar Bakkafrost í virði við umleið sama tali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo