

Tað hóvaði íleggjarum í børsskrásett partabrøv at valdið í gjár varð flutt frá Donald Trump til Joe Biden.
Á Wall Street hækkaði breiða S&P 500 vísitalið 1,39%, tøknivísitalið Nasdaq hækkaði 1,97% og Dow Jones hækkaði 0,83%.
Ikki í 36 ár hevur dagurin tá nýggjur forseti tekur við í USA verið so góður sum hesin, skrivar Marketwatch.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo