Føroyska íløgufelagið Tjaldur hevði eitt gott ár í fjør vísir seinasti roknskapurin.
Tjaldur hevði stívliga 50 mió kr í vinningi, sum skal samanberast við góðar 41 mió kr árið fyri.
Fíggjarstøðan javnvigar við 412 mió kr og eginognin er um 250 mió kr.
Í frágreiðingini sigur nevndin soleiðis um virksemið:
- P/F Tjaldur er eitt vinnufelag. Høvuðsvirksemið hjá P/F Tjaldur og konsernini er at reka virksemið, sum mest fer fram í nøkrum dótturfeløgum. Konsernin hevur tilvitað spjatt sítt vinnuvirki á ymisk vinnuøki og marknaðir. Virksemið hjá konsernini er innan sølu, tænastu og menning av útgerð til ali og fiskivinnuna, orku, KT veiting og íløgur annars.
Árni Tór Rasmussen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo