Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Arbeiðið at skifta ljósskipanina í Vágatunlinum byrjaði fyri knøppum mánað síðan. Tíðarætlanin heldur, og fyrsti partur av ljósunum varð tendraður fyri viku síðan.

Orsøkin til at ljósini verða skift er, at tað gerst torført at fáa eykalutir til gomlu ljósini, og at teringur er staðfestur. Nýggju ljósini eru LED-ljós sum gera tunnilin ljósari, men eru meira orkusparandi og  krevja minni viðlíkahald.

Ikki vandaleyst arbeiðið.
Tað er LM-Electric sum stendur fyri arbeiðnum, og meðan arbeitt verður er tunnilin stongdur. Fyri ikki at órógva ferðsluna ov nógv, verður arbeitt um náttina millum kl. 22.00 til 06.00. Í hesum tíðarbili verður ferðslan leidd ígjøgnum kl. 23, 24, 02 og 04.

Tað vísir seg tíverri, at hóast bummar eru fyri og reyð ljós blunka, eru tað bilførarar sum ikki virða hetta, men koyra uttanum bummarnar. Vandastøður hava staðist av hesum, tá arbeiðsfólkið í tunlinum ikki vænta bilar at koma. Fyri at verja arbeiðsfólkið og tryggja arbeiðsplássið, verða bilførarar, sum ikki virða at tunnilin er stongdur, meldaðir til løgregluna. Brot á hesa áseting kann sektast við bót og fleiri klipp í koyrikortið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo