Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nakað síðani samtykti danska fólkatingið at strika Dýra biðidag sum halgidag, hóast mótmæli frá donsku kirkjuni, verkamannfeløgum, prestum, biskupum, kristnum samkomum og andstøðuflokkunum í fólkatinginum.

Grundgevingin fyri at strika Dýra biðidag, sum halgidag, fer helst at standa sum ein hin margháttligasta í politisku søgu Danmarkar:

Dýri biðidagur strikaður sum lógligur halgidagur fyri fáa pening til at fíggja hernaðarhjálp til Ukraina.

Ja, tú las rætt!

Strika ein almennan halgidag í egnum landi fyri at kunna veita øðrum landi krígshjálp!!!

Sanniliga er samhugi okkara við Ukraina. Men vit mugu kortini stórliga undrast á slíka grundgeving fyri eini so løgnari avgerð.

Slík avgerð má haldast vera ein stríðsavbjóðing móti kristindómsins Danmark.

Tí er ikki at undrast á, at vit spyrja: 

Hvør verður næsti antikristiligi leikur fólkatingsins?

Er skírisdagur kanska næsti halgidagur, ið stendur fyri skotum...?

Vit hava gamla føroyska orðtakið í huga:

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi.

Halgidagsskriðan er lopin í Danmark.

 Men.... og tíbetur:

”DENNE LOV GÆLDER IKKE FOR FÆRØERNE!”

Páskahøvdingin Jesus varð fyribeindur av tátíðarinnar sterkasta státsveldi, sum var rómverjaríkið. Hetta státsveldið hevði heimsins sterku hermegi til taks. Henda hermegi varð sett at halda lamløstaða og deyða likami Jesusar innibyrgd í vælvarda gravarhellinum fjallalandi Judeu – eftir at hava bart hann til deyðis.

Men lítið megnaði rómverska heimsveldið við øllum sínum legiónum av hermonnum. Heimsveldið megnaði ikki at innibyrgja frelsara heimsins við stórum og innsiglaðum klettabroti. Sum eitt dustfon í miðeysturvindi lógu máttmiklu vaktarmenn rómverjaríkisins slættir uttanvert gravarhellið páskamorgun.

*

Jesus hevði brotið veldi rómverjaríkisins og deyðans – og steig sigrandi út úr gravarhellinum páskamorgun.

Jesus reis upp í mínum lívi tá ið eg var 16 ára gamal. Og her livir hann sítt fríska lív dagin í dag.

Jesus rísur framvegis upp í mannalívum. Í barna- og ungdómslívum, í lívum á fólki í manndómsárum og ellisárum. Sjón gongur fyri søgn.

Uppreisnar- og frelsuboðskapurin er fyri ØLL.

Politisk megi og einaræðissharrar hava roynt at byrgt heimsins frelsara og vónríka boðskap hansara inni - men til fánýtis.

Jesus segði:

”Eg livi....og tit skulu liva!!!”

Eg ynski øllum landsmonnum mínum – heima og burturi - einar gleðiligar páskir!

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo