Pauli Poulsen og Skála ÍF hava undirskrivað nýggjan 2-ára sáttmála um starvið sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum á Skála.
Pauli hevur rættiliga drúgvar royndir sum venjari, bæði í fótbólti og hondbólti, og hann hevur seinastu árini staðið á odda fyri G17 landsliðnum.
Pauli hevur eisini drúgvar royndir í venjarahøpi á Skála og kennir felagið út og inn.
Hóast hann seinnu árini ikki hevur nakran aktivan venjaraleiklut í felagnum, so hevur hann fylgt við á síðulinjuni og hevur verið dagligur gestur undir Mýruhjalla.
Umframt arbeiðið við besta mansliðnum er ongin ivi, at Pauli við sínum drúgvu royndum eisini fer at geva íblástur til barna- og ungdómsvenjingarnar á Skála, skrivar felagið á Facebook.
Skála flutti í ár niður úr Betri deildini og skal næsta kappingarár leika í 1. deild.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo