Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nevndin í Nemlia sp/f hevur sett danan Peer Bentzen sum stjóra. Hann tekur við eftir Ólav Ellefsen, sum er farin í annað starv.

Nemlia er ein íverksetarafyritøka, ið veitir tænastur til fólk við ellisbrekum, sum hava við sær, at  tað er ótrygt hjá teimum at vera heima. Við hesum er ætlanin at betra um lívsgóðskuna hjá fólki. Fyritøkan Nemlia hevur sett sær fyri at finna fram til alskyns nútímans tøkni og seta hana saman til eina skipan, sum kann samskifta við tey avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimum. Longu nú verður útgerð og skipanir frá Nemlia nýtt á eldrasambýlum og ellisheimum kring landið, sum geva starvsfólkum fráboðanir, tá okkurt er á vási. Í næstum fer at bera til hjá privatkundum at ogna sær Nemlia-útgerð. Seinni í ár fer felagið at veita útgerð og tænastur uttanlands, í fyrsta umfari til Norðurlond, men eisini til onnur støð í Europa.

Peer Bentzen hevur drúgvar leiðsluroyndir í altjóða KT-vinnuni. Hann hevur í meira enn 20 ár  arbeitt hjá stórum altjóða internet- og softwarefyritøkum.  Millum annað hjá AOL, Microsoft og nú seinast hjá Deutsche Post DHL. Peer hevur verið við til at talgilda hópin av tænastum; millum tær kendastu eru Office 365 (Beta) og E-post. Hann hevur verið ráðgevi og mentor í altjóða íverksetaraumhvørvinum seinastu áratíggju. Pápin og beiggin eru læknar, og tí er tað við serligum eldhuga, at hann nú fer at brúka sínar talgildu førleikar á heilsuøkinum – í Føroyum fyrst og síðani við Nemlia út í heim.

Hann hevur verið í nevndini í Nemlia síðani 2018.

Nemlia heldur til í Niels Finsensgøtu 16 beint við Steinatún, og har starvast 7 fólk. Høvuðspartaeigarar eru Varðin, Christian í Grótinum og Framtaksgrunnurin.

Peer Bentzen byrjar beinan vegin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo