Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nettosølan hjá Pelagos í Fuglafirði, sum fæst við at framleiða og selja pelagiskan fisk,  vaks úr 895 milliónum krónum í 2021 til eina góða milliard krónur í fjør. Men bruttoúrslitið minkaði úr 164 mió kr til 152 mió kr, serliga tí at kostnaðurin av framleiðsluni vaks við 150 mió kr.

Miðaltalið av starvsfólkum minkaði úr 86 fulltíðarstørvum niður í 70, og starvsfólkakostnaðirnir minkaðu úr 41 mió kr niður í 34 mió kr.

Pelagos rindaði 17,4 mió kr í partafelagsskatti í fjør.

Um framtíðina sigur leiðslan, sum annars er nøgd við úrslitið, alt tikið í betragtning, at framleiðslan verður heldur minni í ár og úrslitið heldur lakari.

Fíggjarstøðan javnvigar við 500 mió kr, harav er eginognin 286 mió kr. Og gjaldførið var gott - tá gjørt var upp á nýggjárinum stóðu 181 mió kr á bók.

Stjóri í Pelagos er Jóhan Páll Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo