Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-037/2021 frá Jóannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um trygdina í eldri tunnlum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tilbúgvingin í Kollafjarðartunlinum er tíðarhóskandi og trygg?

2. Hvørjir aðrir tunlar í Føroyum hava avbjóðingar at lúka nútímans trygdarkrøv?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta trygdina í eldri tunlum við at hækka verandi fíggjarjáttan hjá Landsverki?

Svar til fyrispurning nr. 1 og nr. 2
Landsvegirnir eru 477 kilometrar samanlagt, av hesum eru 32 kilometrar tunlar, sum Landsverk varðar av.

Tunlarnir eru sera ymiskir. Í 1963 varð fyrsta bergholið í Føroyum Hvalbiartunnilin, alment tikin í nýtslu. Seinasti tunnilin er nýggi Hvalbiartunnilin sum er tikin í nýtslu í ár.

Tunlarnir eru gjørdir eftir teimum normum, sum vóru galdandi tá teir verða bygdir.

Fleiri tunlar eru ikki dagførdir, soleiðis at teir hóska til ferðsluna og nýggj og dagførd trygdarkrøv, men sambært Landsverki er eingin teirra beinleiðis ótryggur.

Tá nýggir tunlar verða bygdir ella verandi tunlar verða dagførdir, fylgir Landsverk norskum tunnilsnormum, ið eru galdandi tá dagføringin fer fram. Tilbúgvingarætlan er gjørd fyri allar teir nýggju tunlarnar og teir flestu gomlu tunlarnar. Tunlar við mestu ferðsluni eru bygdir ella dagførdir eftir norskum standardum, og hava hóskandi trygdarútbúnað.

Kollafjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin, hava tørv á at dagføra trygdarskipanina, at fá nýggjar tekniskar installatiónir og at fáa brandventilatión.

Landsverk metir tó at tilbúgvingin er nøktandi í Kollafjarðartunlinum og í Leirvíkstunlinum, men ynskiligt er, at trygdarskipanin verður dagførd til støðið, sum er í teimum nýggju tunlunum, sum til dømis Hvalbiartunlinum.

Svar til fyrispurning nr. 3
Tað er sera umráðandi at infrakervið er gott um alt landið, og at tað er gott og trygt at ferðast til gagns fyri borgarum og vinnu.

Samstundis sum vegakervið er útbygt, ferðslan er vaksin, størri dygdar- og trygdarkrøv verða sett til vegir, tunlar og brýr, er játtanin til viðlíkald av vegakervinum ikki hækkað í nógv ár. Tó soleiðis at tað hevur eydnast at hækka játtanina til viðlíkahald, til at umvæla og betra trygdina á landsvegakervinum, og til at dagføra brýr og tunlar í 2020 og 2021.

Eftir langtíðarløguætlanini eru pengar settir av til at dagføra Kollafjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin.

Tinganes, 27. septembur 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo