Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í hesum døgum er ikki ofta, at russiskt ríkissjónvarp hevur kritiskar sendingar um, hvussu gongst í sokallaðu "hernaðarligu specialoperasjónini" í Ukraina.

Men mánadagin 16. mai tíðliga seinnapartin hendi tað, tá ið ein pensjoneraður oberstur, sum nú er serkønur analýtikari hjá fleiri russiskum miðlum, kom við eini rættiliga óvanligum viðmerkingum.

- Størsti trupulleikin hjá okkara heri og politisku støðuni er, at vit geopolitisk eru totalt avbyrgd, og allur heimurin er ímóti okkum, sjálvt um vit ikki vilja viðganga tað, segði Mikhail Khodarenok, sum er fyrrverandi limur í herleiðsluni, skrivar danska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo