Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar, at tey, sum velja at útseta fólkapensjónina, skulu hava rætt til dagpening, um tey eru fyri inntøkumissi í sambandi við sjúku.

- At fólkapensjonistar eru virknir á arbeiðsmarknaðinum er til fyrimuns fyri okkum øll, og tí hevur tað týdning, at vit skapa bestu karmar og eggja teimum eldru at arbeiða, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

- Løgtingslógin um dagpening vegna sjúku fyllir í hesum døgum 20 ár. Samfelagið hevur ment seg, og onnur lóggáva og aðrar arbeiðsmarknaðarskipanir eru broyttar, og tí er eisini tørvur á at endurskoða 20 ára gomlu lógina.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er tí í eini tilgongd at fyrireika tillagingar, og fyrsti partur av hesum arbeiðinum verður sendur til hoyringar í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo