Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Partafelagið Jupiter við heimstaði í Kollafirði hevði 70 mió kr í vinningi í fjør.

Jupiter hevur fiskiskap sum sítt høvuðsvirksemi.

Úrslitið í fjør er merkisvert, tí tað skal samanberast við 7,2 mió kr árið frammanundan og er annars sprottið úr einum bruttovinningi á smáar 30 mió kr.

Men felagið fekk eftirgivið skuld á 80 mió kr í fjør, og henda upphædd er tí inntøkuførd og er orsøk til óvanliga úrslitið. Sostatt kvinkaði eginognin, sum var negativ við nærum 80 mió kr árið frammanundan, seg í fjør uppá 753 tkr. Fíggjarstøðan javnvigaði við 90 mió kr.

Felagið er annars væl fyri við nærum 21 mió kr á bók, men eisini eini rentuberandi skuld sum við árslok í fjør sambært vinnuvitan.biz framvegis var 76 mio kr.

Jógvan Martin Ferjá Joensen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo