At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Fríggjadagin 14. apríl klokkan 13:00 fer Annbjørg Abrahamsen at verja sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Ritgerðin kallast "Fatigue, Sleepiness and Sleep among Faroese Fishers".

Verjan er almenn og verður á enskum máli.

Í ritgerðini hevur Annbjørg Abrahamsen kannað, hvussu yvirmøði (fatigue) ávirkar kognitivu avrikini hjá fiskifólki, sum sigla við ísfiskalínuskipum, frystilínuskipi, trolarum undir 40 tons og garnaskipum. Hetta verður kannað við fleiri subjektivum og objektivum kanningaramboðum.

Dáturnar vóru savnaðar yvir 15 mánaðar frá 18 túrum við 15 ymsum skipum: 90 monnum við ísfiskalínuskipum, 14 monnum við frystilínuskipi, 34 monnum við garnaskipi og 19 monnum við útróðrartrolbátum størri enn 40 tons.

Samanlagt luttóku 157 mans við tilsamans 202 døgum á sjónum, samsvarnadi 1.822 persóndagar (persóndagar = talið av manning faldað talið av døgum til skips).

Felags fyri hesar skipabólkar var, at teir bert høvdu eina manning og onga skipan fyri frítúrar. Subjektivar dátur um arbeiði og arbeiðssøgu, arbeiðstímar og mentala og fysiska heilsu varð savnað við spurnabløðum. Dátur um svøvn og tyngd (tyngd = sleepiness) skrásettu luttakararnir í dagbókum, sum vórðu førdar allan túrin. Tyngdin skuldi skrásetast minst annanhvønn vøkutíma á einum skala frá 1-9 (1 = sera árvakin og 9 = sera linur, stríðist við at halda meg vaknan), umframt at skráseta klokkutíðina, tá ið teir løgdu seg (at sova), og tá ið teir vaknaðu.

Actigraphy, eitt ur við innbygdum sensorum, sum skrásetir rørslu, varð borið á ikki-dominantu hondini, fyri at fáa eitt objektivt svøvnmát.

Larmur varð máldur við einum docimetri, sum loggar desibel (dB(A)) á øllum arbeiðs- og hvílistøðum, fyri objektivt at kanna, hvussu larmur ávirkar møðina.

Harumframt loggaði eitt gyroskop skipsrørslu á tveimum planum: rull frá síðu til síðu og aftur og fram. Veðrið og fiskiskapur vóru skrásett dagliga. Kognitiva ávirkanin á møði varð kannað við einum teldutøkum kognitivum testbattaríi, sum var samansett við seks ymiskum testum: Corsi Blocks (CB), Simple Reaction Time (SRT), Digit Vigilance (DV), Numeric Working Memory (NWM), Rapid Visual Information Processing (RVIP), Card Sorting (CS).

Luttakararnir gjøgnumførdu allar testirnar fyrst á túrunum, og aftur síðst á túrunum áðrenn hvíld. Endamálið við kanningunum var at fáa eitt kvantitativt mát fyri, hvussu arbeiðsumvhørvið og eksponeringsvariablar ávirkaðu teirra yvirmøði og harvið kognitivu avrikini.

Úrslit
Miðalaldurin á luttakarunum var 42 ár, frá 16-73 ár, og høvdu teir ein miðal starvsaldur á 19,5 ár, stytst var < 1 ár og longst 53 ár. Manningarnar við ísfiskalínuskipum og frystilíniskipum arbeiddu í miðal 12 tímar per dag (66 % av øllum luttakarum), manningarnar við garnabátum arbeiddu í miðal 16 tímar per dag (22%) og manningarnar við trolbátunum arbeiddu í miðal 12 tímar per dag (12%), men við hægst/størst innanhýsis variansi millum síðstnevndu, somuleiðis sum arbeiðstíðirnar hjá teimum eru stýrdar av fiskarínum/veiðuni.

Actigraphy dáturnar vísa, at svøvnurin var verri umborð í mun til heima. Svøvnlongdin var styttri, talið av svøvnperiodum um samdøgrið var hægri, samlaða nøgdin av svøvni um samdøgrið var lægri, miðal longd av vøkuperiodum í svøvnperioduni var hægri, tíðin at sovna, eftir at hava lagt seg, var styttri (tekin um yvirmøði), og svøvneffektivitetur (hvussu stóran part av svøvnperioduni, tað verður sovið, uppgivið í prosentum) var lægri.

Luttakararnir svóu í miðal 4,5 (1,6) tímar umborð, samanborið við 7,0 (2,5) tímar í miðal á landi.

Svøvneffektivitetur (sleep effiency) verður roknaður í prosentum og 85% ella hægri er vanligur góður svøvnur. Úrslitini vísa, at svøvn-effektiviteturin var munandi lægri umborð samanborið við í landi, ávikísavist 65,4% (22,0%) umborð og 83,3% (9,6%) á landi.

Tyngd verður mátað við Karolinska Sleepiness Scale (KSS), og eitt stigatal ≥7 verður definerað sum hættislig møði. Úrslitini vístu, at kenslan av tyngd skifti gjøgnum samdøgrið samsvarandi við eina vanliga døgnrútmu, og stigatalið var hægst millum kl. 00:00 og 04:00; tó sást munur millum ymsu skipabólkarnar. Luttakararnir við garnabátunum skoraðu ≥7 á KSS 25% av tíðini umborð, trolaramanningarnar skoraðu ≥ 7 19,5 % av tíðini umborð, manningar við ísfiskalínuskipum og frystilínuskipum skorðaðu ≥ 7 ávikavist 15,9 % og 13 % av tíðini umborð.

Úrstlitini frá teldutøku kanningunum vísa, at visuospatiala minnið (CB) var munandi stytri síðst á túrinum. Harumframt vísti SRT testin, at fleiri seinkaðar reaktiónstíðir (yvir 1000ms) vóru eisini skrásettar síðst á túrinum. DV testin kannar uppmerksemi og árvakni, og tekur íalt 3 minuttir at gjøgnumføra. Fyrst varð testtíðin býtt í tveir partar, 90 sekund hvør. Síðan var miðal reaktiónstíðin roknað fyri tey skjótastu 10%’ini hjá hvørjum luttakara sær, frá 0-90 sekund og 91-180 sekund, og úrslitið vísti, at reaktiónstíðin longdist munandi í seinna partinum. Hetta mynstrið vísti seg bæði fyrst og síðst á túrnum. Sami leistur varð fylgdur fyri seinastu 10%’ini av reaktiónstíðum og úrslitið vísti sama mynstur.

Úrslitini vístu, at eingir munir vóru fyrst og síðst á túrinum fyri hesar testir: NWM-, RVIP-. og CS. Harumframt vóru eisini munir á reaktiónstíðunum hjá teimum ymsu kronotypunum (morgunfólki, náttarravnum, og teimum, sum liggja mitt ímillum), har tað tyktist, sum náttarravnarnir megna best at arbeiða óregluligar arbeiðstímar.

Síðan varð kannað, hvussu arbeiðsumhvørvið ávirkaði svøvneffektivitetin, KSS og Physical Fatigue Scale (PFS). Arbeiðsumhvørvisvariablar í statistisku modellunum vóru: rull til síðunar og aftur og fram, motor-orka, veiða í tonsum per persón, tíð av døgninum býtt í fýra partar (00:30-06:30, 06:30- 12:30, 12:30-18:30 og 18:30-00:30), tal av svøvnperiodum per dag, túralongd, og samanhangur millum svøvnperiodur per dag og túralongd, umframt manningartal, skiftivaktarskipan og larmur. Í øllum analysum var hædd tikin fyri skipabólki og einstaklingum, tí talan er um sokallað ”repeated measures”.

Tíð av samdøgrinum hevði størsta ávirkan á svøvneffektivitet og PFS, sum vísti ein týðuligan samanhang við náttúrligu samdøgursrytmuna, fylgt av rulli til síðurnar og aftur og fram. Túralongd, antin sum einsamallur variabul, ella í interaktión við tal av svøvnperiodum per dag, hevði samband við allar tríggjar variablarnar: svøvneffektivitet, KSS og PFS. Tess longri túrurin vardi, tess hægri stigatal fyri yvirmøði og tess betri svøvnur. Veiðan í tonsum var positivt korrelerað við svøvneffektivitet, men tyktist ikki at hava nakra ávirkan á KSS og PFS. Manningartal, skiftivaktarskipan, og larmur vístu ongan samanhang við svøvneffektivitetin, KSS og PFS.

Niðurstøða
Luttakararnir í hesi kanning eru ein yvirtroyttur bólkur, sum hevur langar arbeiðsdagar, samstundis sum svøvnurin er væl minni enn almennu tilmælini fyri at røkja lívsneyðugar sálarligar og kropsligar funktiónir.

Hettar var endurspeglað við einum avmarkaðum visuospatialum minni, longdum reaktiónstíðum og lutfalsliga fleiri luttakararum, sum høvdu eina reaktiónstíð >1 sekund síðst á túrinum.

Harumframt sást, at sjómenn skrásettu hægri stigatal á KSS síðst á túrinum samanborið við fyrst á túrinum. Hettar kann viðføra øktan vanda fyri vanlukkum, umframt at hava negativar avleiðingar fyri sálarliga og kropsliga heilsu hjá teimum sum fiska á sjónum.

Andmælingar til verjuna eru: 

- Maria Skaalum Petersen, lektari og forkvinna í dómsnevndini

- Margareta Holtensdotter Lützhöft, professari

- Jørgen Riis Jepsen, lækni og lektari

Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo