Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Føroya Politi hevur í dag fingið fráboðanir um eitt nýtt phishing álop, ið verður framt ímóti føroyingum.

Fólk fáa eini SMS boð frá einum ókendum nummari ella teldupostadressu, har tey verða kunnað um, at tey hava rætt til pening, ið kann dekka eitt nú tann økta prísvøksturin á til dømis matvørum.

Tey verða síðani biðin um at fara inn á eina leinkju til SKAT í Danmark. Hetta er ein tilgjørd heimasíða, ið líkist ógvuliga nógv heimasíðuni hjá SKAT í Danmark. Her verður tú biðin at tøppa inn tínar upplýsingar, ið so kunnu brúkast seinni teldusníkum.

Føroya Politi hevur kannað boðini og heimasíðuna, og talan er um svik. Føroya Politi vil tí staðiliga heita á øll, ið fáa hesi boðini um at strika tey og annars síggja burtur frá boðunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo