Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Havnará. Omaná. Følsk á. Kunstig á.

Hetta seinasta er mest áhugavert, tí “kunstigt” merkir eftirgjørt.

Og tað er akkurát tað, talan er um. Tað ljóðar bara skítbýtt og kunstugt á donskum.

Pínadoyðs grenj.

Hvat er ein á? Ella ein løkur? Ein á er ein á og ein løkur er ein lítil á. Ein á er ein lægd í lendinum við rennandi vatni. Tað er ein løkur eisini.

Tað er onki krav um, at vatnið skal renna beinleiðis úr eini nátúrligari keldu. Og slett ikki krav um, at vatnið skal koma úr eini kloakk.

Í eini 60 ár hava havnarfólk grenjað um at fáa eina rennandi á aftur í miðbýin. Mann hevur harmast, grenjað og grátið.

Flokkar eru farnir til býráðsval uppá at skapa eina nýggja á.

Tey mest nostalgisku eru langtsíðan deyð av elli. Tey sum grenja mest í dag hava bara sæð eina opna á í miðbýnum á myndum.

Og myndir lukta ikki.

Og nú fáa grenjini endiliga eina á.

Men nú er tað heldur ikki gott. Vræææææl, áin er ikki ordilig, hon rennir bara omaná gomlu kloakkini. Hon er følsk. Kunstig. Óektað.

Ongin rættsiktaður hevði ynskt kloakkina upp at renna á Vaglinum. Tað kostar 10 ferðir so nógv sum eftirgjørda áin. Og skal vatnið verða reint, so kostar tað hálva miljard at reinsa øll frárensl í miðbýnum. Og tekur 15 ár.

Ístaðin hava skilaarkitektar valt at gera eina á, sum er so gullrein, at allir nostalgikararnir kunnu fáa sær fótabað á Vaglinum summardagar, har børnini kunnu vassa ekkaleys.

Forrestin bíða nú.

Onkur øtaðist um ólavsøkuna, tá fullir menn fara at detta í ánna, bróta seg sundur og drukna. Og børnini blíva vát. Tað tola børn slett ikki longur. Tað er skítfarligt.

Kommunan má seta vaktir við ánna, sum er 40 cm djúp í fossunum, har hon er djúpast.

Sjálvandi áttu vit at havt brúkt 120 miljónir at grava kloakkina uppaftur og latið hana runnið stinkandi opna eftir Vaglinum tey 15 árini, tað fer at taka at reinsa allar lortarennurnar í Havn.

Fyri hálva miljard.

Nostalgi stinkar.

Og ikki fær áin góða pressu. Kvf intervjúvar sær sjálvum líkt einasta menniskja í býráðnum, sum ikki vil skapa reinan trivnað í miðbýnum. Skít verið við rest.

Meirilutin sleppur ikki at mikrofonini, heldur ikki arkitektarnir ella arbeiðstakarin. Rættur fjølmiðlaetikkur í praksis.

Men tað stutta av tí langa er, at næsta summar hava vit ein lekran reinan løk rennandi úr sparikassatúninum oman til Rasmus.

Pínadoyð tað verður pent.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo