Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum verður nógv gjørt burturúr at hátíðarhalda tað, ið kallað verður føðing samkomunnar. Á skránni eru útigudstænastur og annað, sum vit kunnu lesa um í bløðunum og á facebook, nú tíðin stundar til.

Samkoma Krists er brúður Krists. Samkoman varð fødd á pinsadegi, tá Andin kom, soleiðis sum Jesus hevði lovað. “Eg komi til tykkara”, segði Jesus, Jóhs.14,v.18

Samkoman varð fødd við, at Andin kom, og hetta vísti seg við, at “Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra. Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga. Ápostl.2,v.3-4

Tann dagin vóru mong menniskju koman saman í Jerusalem at tilbiðja. Sambært søguligum keldum, so var talan um eini 25.000 menniskju.Lítið vitstu tey, hvat ið Harrin var í ferð við at gera.

Menniskju koma nú saman um alt landið at heiðra “hvítusunnu”, men eins og tað var í Jerusalem, so er fjøldin í Føroyum ókend við kraft og Anda Guds, soleiðis sum hon opinberaðist á pinsadegi!

Vekingin á pinsadegi gjørdi tað, at tey fóru at tala um stóru verk Guds, og tey, ið hoyrdu hetta, fingu hetta á sínum egna tungumáli. Andin leiðir okkum altíð til at tosa um stóru verk Guds. Harrans stóru undurverk, ið vit lesa um í Gamla testamenti, vóru klárar fyrimyndir uppá tað, ið koma skuldi! Tá Pætur boðar frelsuna fyri teim, ið vóru komin í syndaneyð av salvaðu talu hansara, so var tað ein fyri okkum í náðiárinum uppfylling av frelsulyftunum, ið givin vóru í Gamla testamenti, og sum vit hava fingið lut í.

Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: “Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?” Pætur svaraði teimum: “ Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.” Ápostl.2, v.37-38

Nú streymaði frelsan inn í Jerusalem, hallelujah. Hetta var sum Jesus hevði lovað, at “byrjast skal í Jerusalem”, Lukas 24, v.47

3000 menniskju vórðu frelst tann dagin! “Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir.” Ápostl.2,v.41

Um samkomuna stendur: Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.Ápostl.2,v.42 – Hetta er samkoma Guds, ið skilti seg út, og enn í dag má fólk Guds skilja seg út!

Táið heidningarnir fingu Heilaga Andan stendur skrivað at: “ Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fall Heilagi Andin á øll, ið orðið hoyrdu. Allir hinir umskornu trúgvandi, sum við Pæturi vóru komnir, vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva Heilaga Andans var úthelt yvir heidningarnir við; tí teir hoyrdu tey tala í tungum og stórliga prísa Gudi. Ápostl.10, v.44-46

Og táið Pætur fortelur brøðrum sínum í Jerusalem, hvat ið hent hevur í húsi Korneliusar, siga teir hesi vælsignaðu orðini: “ So hevur Gud givið eisini heidningunum umvending til lív!”, Ápostl.kap.11, v.18

Og tað er sanniliga umvending til lív, tá ein sál fær náði at uppliva pinsadag!

Ein sonn bíbilsk umvending eigur at føra menniskju til ta næsta stigið, sum er tann bíbilski dópurin í navni Jesu Krists, sum Pætur rópti út í Heilaga Andanum á pinsadegi!

Mong menniskju snáva júst í hesum, sum Andin talar um at lata seg doypa til Kristus Jesus, og ílatast Hansara navn. Mong menniskju, ið eru komin til trúgv, vilja ikki sleppa barnadópinum, og øllum tí, ið hartil hoyrir, og koma undir ta ólýdnið, sum Jesus talar um, tá Hann sigur: “Men hví kalla tit Meg: Harri, Harri!”- og gera ikki tað, sum Eg sigi? ”, Lukas 6,v.46

Hví kallar tú Jesus Harra, men ikki vilt gera, sum Hann sigur? Álvarsamur spurningur!

Trúgvin kemur av tí, ið prædika verður, og mong menniskju eru villeidd dópsspurninginum viðvíkjandi. Dag út og dag inn, hoyrist hetta kórsvar: “Lat verøld ei við síni makt, oss vika burt frá dópsins pakt”

Óansæð hvussu ofta hetta versið verður endurtikið, so er barnadópurin innsettur av menniskjum, og kemur tískil ikki at hava nakran týdning framman fyri Gudi ein dag. Barnadópurin heldur ikki inn í Himmalin!

Til tín harúti, ið veitst hvat ið rætt er, men sum fattast mót at fara henda frelsuveg, at lata teg doypa á bíbilskan hátt: Lat onki og ongan steðga tær! Harrin signi teg til at gera tað, ið rætt og satt er!

Gáva Heilaga Andans
Pætur sigur, at tey, ið venda við og lata seg doypa, síðan skulu fáa gávu Heilaga Andans. Tíverri, so finnast tað ikki fá, sum púra avvísa, at hetta hevur nakað við tungutalu at gera. Eftir stendur tó, at prógvið uppá, at gáva Andans, varð úthelt yvir heidningarnir, var, at teir hoyrdu tey tala í tungum og stórliga prísa Gudi. Hetta er tað, ið er umvending til lív, og tann, ið vrakar tungutaluna og náðigávurnar, er í eini álvarsamari støðu inn fyri Gudi!

Tá tað kemur til náðigávurnar, má undirstrikast, at tað eina og aleina er Andin, ið býtir út gávurnar til tað, ið gagnligt er: “Alt hetta virkar hin eini og sami Andi, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg”, 1.Kor.12, v.11

Tað eru nøkur sera álvarsom vers í Skriftini um Andan, ið eg haldi má takast fram í hesum sambandi.

Jesus sigur um Andan: “Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm – um synd, tí tey trúgva ikki á Meg, um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur, um dóm, tí høvdingin yvir hesum heimi er dømdurJóhs.16, v.8-11

Um synd, tí tey trúgva ikki á Meg”

Hetta sigur Harrin Jesus, og tá vit lesa um Jesus og undurverk Hansara, so stóðu ráðharrarnir og teir skriftlærdu tí Heilaga Ìsraels ímóti við millum annað ikki at trúgva teim undurverkum, ið Hann gjørdi. Millum annað lesa vit, at teir høvdu at Honum fyri at grøða sabbat, og aðrastaðni stendur, at teir søgdu um okkara Harra, at Hann hevði óreinan anda, Mark.3.30

Tað, ið menniskju ikki mugu gera, er at standa ímóti, tá ið Harrin virkar – tá hin Salvaði Harrans virkar, sum vit kunna lesa um í Ápostlasøguni:

við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns” Ápostl.4, v.30

At vanvirða profetiska talu, at nokta fólki at tala í tungum, tá tað er Harrin, ið talar, er somuleiðis ein álvarsom synd móti Andanum, sum fáa álvarsligar fylgjur!

Ávaringin í Skriftini er klár: “ Verðið ikki funnir slíkir, sum stríða móti Gudi”, Ápostl.5, v.39

So langt kunnu menniskju fara, at tey vera funnin sum slík, ið stríðast móti Gudi!

Til tín, ið kanska ikki kennir til tungutalu og náðigávur, so vil eg siga, at tað mest umráðandi er, ikki at vera ein, ið stríðist ímóti hesum tingum, men søk Harran um hesi ting!

Minst til, at Andin býtir út gávurnar til tað, ið gagnligt er.

Tann, ið heldur seg til Harran, og søkir Hann av øllum sínum hjarta, fer ikki skeivur!

Paulus sigur við við samkomuna í Tessalonika: “ Sløkkið ikki Andan! Vanvirðið ikki profetiska talu – nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir!1.Tess.5, v.19-21

Paulus sigur eisini: “ Forðið ongum at tala í tungum”, 1.Kor.14,39

Tíverri er tað mangan, at hetta ikki verður virt, og ikki fær ta pláss, ið tað veruliga eigur at hava í samkomu Guds!

Tá tað kemur til at døma um andar og at kenna anda Guds, lærir Skriftin, at vit skulu royna andarnir, um teir eru frá Gudi!, 1.Jóhs 4.1

og

Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi”, 1.Jóhs.4, v.2

Víðari stendur: “ Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt kemur – og hann er longu nú í heiminum” 1.Jóhs.4, v.3

Til tín harúti. Lat Harran leiða teg inn í hetta ríka lívið, og til tín, ið er trúgvandi, og sum er søkjandi: Søk Harran um hesi tingini, og Hann skal leiða teg trygt og væl inn í náðigávurnar, og tá Hann leiðir teg, kanst tú aldri fara skeivur!

Pinsadagur
Mátti Harrin úthelt av Anda Sínum enn eina ferð, so menniskju fingu upplivað pinsadag enn eina ferð!

Í røðu síni á pinsadegi, sigur Pætur, at hetta, sum hendi tann dagin, var tað, sum talað var við Jóeli profeti, at Harrin skuldi úthella Anda Sín yvir alt hold. Endaliga uppfyllingin av Jóels- profeti, liggur frammi í tíð, har alt hold skal uppliva úthelling Andans. Tá skal pinsadagur koma til Ísrael og jødafólkið.

Men inntil tá, so er tað altíð møguligt hjá okkum í náðiárinum at uppliva pinsadag!

Sjálvt um vit ikki síggja nakað til tað í Føroyum í dag, so brennir tað í mínum hjarta at síggja hesa undurfullu frelsu enn einaferð vísa seg í Føroyum, har menniskju koma í syndaneyð, og venda við av síni óndu leið. Síðani at síggja menniskju fara í dópsins grøv við Jesusi og rísa upp við Honum til ta nýggja lívið, og verða doypt í Heilaga Andanum og eldi, við tungunum sum tekin, hallelujah!

“Der er lengsel i sjelsdypet inne”, syngur Aage Samuelsen so inniliga, og sanniliga er tað ein longsul eftir at kunna tæna Harranum meira og meira í anda og sannleika!

Pætur sigur við tey, ið vendu við tann undurfulla dagin í Jerusalem: “ Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!, Ápostl.2, v.40, og sama kann sigast við føroyingar:

Vendið við frá barnadópi og øllum tí, ið við fylgir, og inn í eitt bíbilskt lív og inn í eina bíbilska frelsu!

Vendið við frá falslæruni um, at náðigávurnar eru hildnar uppat! Søkið Harran og takið ímóti tí, ið Skriftin lærir um hetta, og Harrin skal ríkiliga signað

Sjálvt um menniskju í dag misbrúka náðigávurnar og eru farin av leið, so er tað ikki menniskju, vit skulu leita til, men leita inn í Skriftina, og hvat, ið hon lærir um hesi ting.

Lærir Skriftin veruliga, at prógvið uppá Andans dóp er tungutala, so søk Harran um hesi ting, og Hann skal vælsigna teg ríkiliga!

Lærir Skriftin, at tað eru náðigávur, ið vit kunna fáa, so søk Harran um hetta!

Til tín harúti, sum ert í syndaneyð, og kennir heimsins tómleika: Vend við til Jesus!

Blóð Jesusar reinsar frá allari synd, og tá tú gert eftir Orði Guds, so skalt tú kenna frelsugleðina, eins og tey gjørdu hinumegin Reyðahav og á pinsadegi. Minst til, at frelsan er ein kelda, ið vellir fram til ævigt lív. Tað er ein gleði, ið yvirgongur alt, ið tú kanst uppliva á foldum!

Skjótt nærkast dagurin, tá Jesus kemur aftur. Boðskapurin ljóðar út til øll menniskju í dag: Vendið við, og trúgvið á evangeliið!

Sera umráðandi er rópið, um at fara út frá Bábylon, sum er eitt heilagt kall til útskiljan frá heiminum og øllum tí, sum kann forða Guds samkomu á síni ferð móti sínum brúðgómi og Harra, Jesusi Kristi.

Far út frá henni, fólk Mítt”, er eitt frelsandi róp til allar tíðir, og er ein innbjóðan inn í samkomu Guds! Mátti Harrin Jesus savnað øll tey trúgvandi inn í Sína samkomu, áðrenn Hann kemur aftur í skýnum!

“Der er lengsel i sjelsdypet inne” - Tað er ein djúpur longsul í mínum hjarta eftir at uppliva pinsadag, og at síggja umvending, dóp í vatni og Andans dóp, aftur koma til sín rætt. Við liva í dag í torførum tíðum, og mátti Harrin Jesus hoyrt rópini frá teimum, ið rópa til Hansara um náði!

Sum sangurin sigur: “Send tínar streymar av náði, Harri og hoyr vára bøn”

Ver tilreiðar tann dag, Jesus kemur! Vend við, og lat teg doypa til Hansara undurfulla frelsaranavn, og tá skalt tú fáa gávu Heilaga Andans, har tungutalan er eitt tekin uppá hesa gávu. Tað er tað, ið Skriftin kallar “Umvending til lív”

Marana,ta!

Hardi Zacharias Bech

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo