40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit hava júst sæð, at norska sjónvarpið gjørdi vangamynd av Sjúrða Skaale, har føroyski fólkatingsmaðurin av tingsins røðarapalli sæst greiða fólkatinginum frá, hví James Bond fer í song við flottum damum við revolvara.

Undir viðgerðini av seinastu setanarrøðuni hjá Mette Frederiksen samanber Sjúrður Skaale politisku støðuna í Danmark við ein boksidyst, har Mette Frederiksen verður samanborin við Muhammad Ali, meðan andstøðan er Foreman.

Sjálvandi vinnur Muhammad Ali.

Sambært Sjúrður Skaale vinnur Mette Frederiksen dystin í 8. umfari. Mette verður av Sjúrður Skaale tilbiðin sum legenda.

Fólkatingssalurin er í skellilátri av Sjúrður Skaale. Sambært Sjúrður Skaale ger hetta, at fólk fara at minnast hann og taka hann í álvara.

Sjúrður Skaale tykist púra at hava gloymt, at orsøkin til fólkatingsvalið er, at meiriluti av Fólkatinginum hevur mist álitið á Mette Frederiksen orsakað av mink-gøluni, nú eisini FE-skandaluni og um dagarnar fullkomna óskilið á røktini av teimum gomlu og veiku.

Á veljarafundi á Kambsdali gjørdi Sjúrður gjøldur burtur úr NSÍ og Skála.

Hann biður fólk velja seg, so hann kann flyta niður saman við NSÍ og Skála.

Er einki mark fyri, hvat Sjúrður Skaale kann finna uppá?  

Sjúrður Skaale er stuttligur, men í politiskum høpi er hann snópisligur.

Er tað rætt at brúka Fólkatingið sum komiskan pall?

Eg haldi ikki, hetta setur Føroyar í ringt ljós. 

Virða føroyingar ikki fólkatingssessin meira, enn at senda ein fívil til Danmarkar at umboða okkum?

Stílurin hjá SS hevði ikki gingið í Løgtinginum.

Spurningurin er so, hvussu hetta letur seg gera?

Er tað tí, at føroyingar leggja vertin í hvat gongur fyri seg á Fólkatingi, ella er Sjúrður Skaale so góður sjónleikari, at hann fær sínar veljarar at gloyma munin millum komikk og politikk?

Sjúrður bleiv valdur á Fólkating í 2011.

Í tíðarskeiðnum frá 2011 til 2022 hevur Sjúrður Skaale brúkt umleið 18 mill. kr. av skattgjaldarans peningi at reka politikk fyri á Fólkatingi. 

Tú las rætt: 18 milliónir krónur.

Er tíðin ikki komin har vit taka fólkatingssessin í álvara, og senda meira virðiligt umboð á Fólkating at umboða Føroyar?

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo