Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

PODAS: Í gjár, 2. páskadag, fór eitt PODAS-toymi við Norrønu til Íslands. Tey eru 8 fólk og skulu eftir ætlan vitja og virka á Eysturlandinum í 8 dagar.

Á ferðini skipar toymið fyri sangløtu og andakt umborð á Norrønu.

Komin til Íslands fara tey at vitja eldrasambýli, hava møtir í fleiri kirkjum har um vegir, bønarmøti, vitja fólk v.m.

Umframt at vitja á Seyðisfirði, vitja tey eisini Egilstaðir, Eskifjørð, Seyðrisfjør, Fáskrúðsfjørð, Vopnafjørð og Neskaupstaðir.

Alt hetta verður gjørt í góðum samstarvi við kirkjuna og prestarnar á staðnum.

Føroyingurin, Helgi Joensen, sum býr Íslandi, verður við á ferðini og tulkar, tá ið tað er neyðugt.

PODAS hevur í nøkur ár skipað fyri toymisferðum til Íslands, og hava vit verið sera væl móttikin.

PODAS heitir á fólk um at biðja fyri toyminum, Íslandi og samstarvinum, sum føroyingar hava við íslendingar.

Myndin er tikin umborð á Norrønu stutt fyri fráferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo