Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fólkakirkjan/Orð/mynd: Snorri Brend: - Eg setti mær sum mál at ganga – altso at ganga, bókstavliga sæð - í so nógvar kirkjur her í Norðoyggjum sum gjørligt. Og faktiskt havi eg gingið í fýra ymiskar kirkjur hesar seinastu fýra sunnudagarnar. Seinasta sunnudag stóð so kirkjan á Viðareiði fyri tørni, sigur 46 ára gamli Pól Johannesen úr Klaksvík.

Pól er í starvi sum trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, men dámar væl at brúka frítíð sína í føroysku náttúruni. Og tá hann so kom í hóslag við ein annan Pól – við eftirnavninum: Sundskarð - við sama áhugamáli, kundi tað bert enda við einum langum túri gjøgnum fjøll og dalar - og í kirkju!

Teir báðir náttúruhugaðu menninir hava nógv í felag: Teir eru hálvir Hvannasundsmenn, hava sama fornavn, dáma væl at ganga í náttúruni og eru haraftrat systkinabørn. Sunnudagin høvdu teir avtalað at fara til gongu í kirkju á Viðareiði. Sum sagt, so gjørt.

Teir báðir løgdu til brots frá Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík klokkan 4. Átta tímar seinni og eftir 27 kilometrar gongd, náddu teir báðir til gudstænastuna á Viðareiði sum byrjaði klokkan 12.

- Ja, og so høvdu vit enntá tíð at støkka inn á gólvið hjá fastir okkara, Jonhild Viderø á Viðareiði til eitt hugnaligt prát og ein góðan drekkamunn, greiðir Pól Johannesen (til høgru á myndini) frá.
 
Hesa seinastu tíðina hevur hann sostatt verið í fýra ymiskum kirkjum – Árnafirði, Hvannasundi, Kunoy og Viðareiði. Og gongst sum ætlað verður farið í ta fimtu kirkjuna nú sunnudagin.

- Hesaferð ætli eg mær 100 prosent at ganga í kirkju. Henda gudstænastan verður í Christianskirkjuni, og hagar átti eg at kunna klára at gingið í øllum veðri, sigur Pól við einum brosi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo