BirkBloggur: At Føroyar blivu eitt valdømi og allar oyggjar, higartil uttan Suðuroyggin, skuldu sambindast í einum vegakervi, bygdi á visiónina um, at her búði eitt fólk, sum skuldi hava ikki bara líkaliga atgongd til samfelagsins ágóðar, men eisini júst ta atgongd, tú sjálv ella sjálvur valdi, tá umræður arbeiði, bústað og rekreativar frítíðarmøguleikar. Flytføri var mantra.
Ístaðin fyri at fáa eitt javntsett samfelag við heimsins rættasta Ginitali, eru vit blivin meira polariserað enn nakrantíð. Hetta er sum ein forstokkað meinigheit, ið bara er samd um eitt. At vísa næstu meinigheit bakið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo