Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan í Føroyum og Grønlandi, sum eru partar av donsku løgregluni, bíða framvegis eftir at fáa eina nýggja og framkomna samskiftisskipan, sum annars varð tikin í brúk í Danmark fyri meira enn sjey árum síðani.

Og tað ber ikki til at siga, hvussu leingi afturat bíðast má eftir Polsas, sum skipanin verður nevnd.

Tað hevur grønlendski fólkatingslimurin Aaja Chemnitz Driefer fingið at vita frá løgmálaráðharranum Mattias Tesfaye.

Skipanin í Danmark skal fyrst dagførast, áðrenn orka verður brúkt uppá at innføra skipanina í Føroyum og Grønlandi, sigur hann.

Formaðurin í politistafelagnum í Føroyum Absalon Áargarð sigur við miðilin Digitech, at hann hevur hoyrt, at skipanin verður sett upp í 2024.

- Spurningurin er sjálvandi, um eg trúgvi tí. Tað má tíðin vísa. Vit hava áður fingið nógv lyfti, sum ikki eru hildin, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo