Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið hevur havt úr at gera á ólavsøku. Tó var fyri tað mesta talan um slíkt, sum nærum hoyrir til tá ólavsøka er, tíverri, kann ein kanska siga.

- Fleiri fólk eru tikin upp, tí tey hava ligið avdottin úti í regninum, og trý ella fýra liggja her og snorka beint nú sum vit tosa, sigur vakthavandi.

Eitt málrættað átak varð gjørt ímóti rúsdrekkakoyring við skúlan í Runavík, har vóru 75 bilførarar kannaðir, men ongin sak stóðst burturúr tí. Onkrir sonevndir spritbilistar eru tó tiknir hesi bæði seinastu samdøgrini í ella nærhendis Havnini.

Í fleiri førum vil politiið fegið koma í samband við fólk, sum vóru fyri harðskapi í náttarlívinum. Í tí eina førinum gjørdist ein maður so mikið ólátaður nærhendis Essabar, at hann slerdi fleiri fólk, sum hann als ikki kendi, og onkur teirra fór at bløða næsablóð. Maðurin er tikin, men politiið vil fegið í samband við fleiri av teimum, sum tað gekk út yvir. Í einum øðrum føri var eitt par komið upp at toppast í Tróndargøtu, og tá onnur blandaðu seg uppí, endaði alt í einum størri bardaga, og har verður eisini sak burtúr.

- Fleiri sosialrapportir eru eisini skrivaðar um ólavsøkuna. Tað er tá heilt ung fólk eru so drukkin ella ávirkað av øðrum, at tey ikki klára seg sjávi, liggja kanska avdottin úti, og politiið má uppí leikin. Í onkrum slíkum føri var ikki hildið ráðiligt at gera annað, enn at leggja viðkomandi inn á LS. Í slíkum førum verða foreldrini sjálvandi boðsend, men eisini skulu røttu myndugleikarnir kunnast, sigur vakthavandi.

Fann dynamitt
Eitt annað mál, sum eisini verður umrøtt í døgnrapportini hjá politinum, men kortini ikki hevur nakað beinleiðis við ólavsøkuna at gera, er ein fráboðan frá einum manni, sum var farin at rudda út úr einum gomlum húsum á bygd, sum hava staðið tóm í eina tíð. Maðurin kom fram á nakrar gamlar dynamittstengur, og visti ikki, hvussu vandamikið hetta kundi vera, og hvussu hann skuldi bera seg at. Myndir av dynamittinum eru sendar niður til serfrøðingar, og fyribils verður bíðað eftir hvat hesir halda er best at gera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo