Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ein katastrofa, at Javnaðarflokkurin aftur troystar sær í hóslag við teir ábyrgdarleysu nationalistarnar, nú alt Europa er við at kollapsa av fíggjarligari afturgongd.

Tann korrupti, paranoidi og negativi Høgni Hoydal kann forkoma og sabotera øllum rationellum politiskum arbeiði sum hann konsekvent plagar at gera.

Hann fær destruktivan stuðul frá tí megalomanu fylkingini, Framsókn, sum heilt yvirvurderar síni beskednu politisku evnir.

Aksel skal vera ekstremt myndugur og sera tolin pedagogur alt samdøgurið, hvis hann skal skáka sær undan øllum intrigum og tjóðveldistiskari sabotagu.

Tað verður ein ómenniskjanslig avbjóðing, tí hansara ópálítiliga landsgonga hevur so nógv av villum politiskum vargi, at har verður strævið at lofta sær, hvis man skal reka øll í somu rætt og samstundis halda bara nøkurlunda skil á allari tí garvillu paranoidu gonguni.

Aksel fær svøvnleysar marruplágaðar nætur av tí steinøru og ókvalificeraðu landsgonguni.

Eingin skipari hevði hættað sær at mynstra við so vitleysari gongu umborð, sum Aksel noyðist at gera, hóast hann væl veit, at eingin hevur ættarskil ella bara hylling av nakrari kós, burtursæð frá, at hon skal vera burtur frá tí djúpt hataða Danmark.

Ein ekstremt ónosslig vandaferð við nógvum illoyalum myttaristum umborð!

Tað krevst órímuliga nógv av tí djarva navigatøri, sum noyðist at vera á brúnni alt samdøgurið.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo