Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Beint nú venar og ringir Sjúrður Skaale seg sum ein jomfrunalsk politisk krympireyv. Hann skapar sær heilt óneyðugt í einum næstan absurdum sjónleiki, sum ikki hevur nakran reellan substans fyri ein fólkatingslim.

Hann sigur seg at vera sperdan í einum dilemma.

Tað passar bara slett ikki!

Hatta er eitt totalt pseudoproblem, tí so leingi sum Falkenberg úr Sambandsflokkinum ikki er líka so bangin sum Sjúrður tykist vera, so vilja tey bæði heilt automatiskt  neutralisera hvønnannan, og so er slett einki problem, men bara teatralskur orðaleikur!

Satt at siga, hevði eg hildið, at Sjúrður hevði bæði talent og format til at sleppa undan slíkum krukkutum lótum.

Mær dámdi sera væl hansara valgstríð og eldhugaðu debattfundir.

Men post festum hevur hann havt heilt mystiskar politiskar (fantom)verkir, har eingin "nýføðingur" hevur verið á veg.

Slíkt  er bæði politiskt og journalistiskt irrelevant. Allir teir 179 fólkatingslimirnir hava heilt somu grundlógar-rættindi á Fólkatingi. Alt annað er absurd spekulatión!

At teir grønlendsku limirnir kunnu fáa ávirkan, kann ikki raka hvørki Sjúrða ella Falkenberg, men teir limirnir hava akkurát somu rættindi, sum hinir 177. Alt annað er journalistiskt møsn!

Nakað heilt annað er, at tað er reint tvætl, at ein socialdemokratur skal himprast og kokkettera við at firnast fyri at blanda seg politiskt í Fólkatingsarbeiði.

TAD  SKAL HANN  GERA!

Vit socialdemokratar eru, sum Petur Mohr Dam og Atli ofta pointeraðu miðvísir kosmopolittar, og óansæð hvar vit eru staddir, í Svøríki, í Danmark ella í Uganda, so skullu vit altíð kompromisleyst styðja eina socialdemokratiska stevnu.

SO EINFALT  ER TAD.

Bæði P. M. Dam úr javnaðarflokkinum og Jóhan Poulsen úr Sambandsflokkinum søgdu konsekvent, at teir styðjaðu ávikavist eina socialdemokratiska ella eina Vinstra-stjórn.

Skuldi Sjurður ikki gjørt tað, kemur hann óbeinleiðis at styðja eina borgarliga stjórn, so hatta er ein heilt akademiskur pseudo-spurningur.

Vit hava tíveri einaferð havt ein naivan skøling sitandi á Fólkatingi, sum ikki forstóð henda problematikk.

Tað var tann ovurmystiski "javnaðarmaðurin" Jóannes Eidesgaard, sum gjørdi sær politiskt fyri skommum á Fólkatingi við at svíkja tann danska brøðraflokkin.

Tad var ein  feik níðingsgerð og fall sjálvandi ikki í góða jørð hjá Atla, sum beiskliga helt fyri:

"Hatta var ein óroyndur amatørur, sum alvorliga dummaði seg!"

Jóannes Eidesgaard fekk við sínum klossuta og dillettantiska atburði trý fimbulskøld og sera einsamøll ár á Christiansborg, tí hann í ovurhuga sveik okkara danska brøðraflokk.

Ein ússalig  politisk níðingsgerð eftir flestu javnaðarveljara tykki, sum avdúkaði Eidesgaard, sum kryptiskan tjóðveldist og ikki ein konstruktivan kosmopolitiskan og internationalt hugsandi socialdemokrat.

Sjúrður má ikki lata seg lokka av tí klossuta politiska amatørinum, Jóannesi Eidesgaard, sum reelt hoyrir meira heima í politiskt trongum umhvørvi á tí lága torvkassanum í onkrum skýmligum kova í Hoyvík enn í eini ljósari víðskygdari javnaðarstovu, har høgt er til loftið og vítt til veggja í kosmopolitiskum brøðralagi.

Rættir Socialdemokratar halda saman tvørtur um øll landamørk!

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo