Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sent uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp út til hoyringar.

Um orsøkirnar til uppskotið, sigur mentamálaráðharrin, at málið verður tikið upp, tí mett verður, at tørvur er á at broyta ávísar ásetingar í galdandi lóg um kringvarp.

- Sambært samgonguskjalinum skal kringvarpslógin endurskoðast.

- Við uppskotinum verða tí gjørdar broytingar við atliti at val av stýri og kringvarpsgjaldinum.

- Í sambandi við at tryggja óheftni verður skotið upp, at farið verður frá einum politiskt tilmæltum stýri, eins og tað ikki skal bera til at kæra fyrisitingarligar avgerðir hjá Kringvarpinum til politiska myndugleikan.  

- Síðan skipanin við kringvarpsstýri varð sett í verk í 2007, er nógv hent á miðlaøkinum, og tað er ikki minni týdningarmikið í dag at hava væl skikkað umboð við viðkomandi førleikum til at leiða stovnin í tíðum við nógvum rembingum og broytingum í miðlaheiminum.

- Miðlaheimurin er margfeldur og merktur av tøkniligari menning og konvergensi ella athalli. Leiðsluroyndir og vitan um miðlaheimin og samspælið millum miðlar og samfelag eru gagnlig til at reka ein public service-stovn sum Kringvarp Føroya skynsamt og mennandi.

- Skipanin við stýri verður í uppskotinum tillagað, so stýrið verður minni tongt at politisku skipanini, t.e. at polistiska ávirkanin verður minkað, og tann fólksliga ávirkanin verður styrkt.

- Hildið verður, at spurnartekn kann setast við, hvussu óheftur stovnurin er av politisku skipanini, tá politisku flokkarnar skulu velja umboð í stýrið.

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo