Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Pólland umhugsar tættari samstarv við Nato um kjarnorkuverju. Tað hevur Jacek Siewira, sum er trygdarráðgevi hjá pólska forsetanum sagt við týsku tíðindastovuna, dpa.

Orðini fella fáar dagar eftir, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur almannakunngjørt russisku ætlanirnar at seta upp kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi, sum hevur mark við Pólland.

USA hevur í nógv ár havt kjarnorkuvápn í Týsklandi umframt øðrum londum í Europa, eitt nú Niðurlondum, Belgia, Italia og Turkalandi. Harumframt hava Nato londini Frankaríki og Stórabretland egin kjnarorkuvápn.

Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, segði fríggjadagin, at triði heimsbardagi við kjarnorkuvápnum hómast í havsbrúnni, og tað eru vestanveldini sum hava skyldina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo