Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sølu og frakttoymið á Posta. Ovast frá vinstru: Anja Gleðisheygg, Maud C. á Geilini, Arina Bischoff, Rose Sarr Hjaltalin, Elin Danielsen, Marjun Johannesen, Lea Leitisstein Sørensen, Kristina av Húsabrúgv. Niðast: Janina Weber, Karl Johannesen, Ingun Olsen

Frá vinstru: Nils Grubert (Posta Logistics) Anja Gleðisheygg (Flogfrakstleiðari) Ole R. Martensen (Stjóri Posta Logistics) Arina Bischoff (Søluleiðari) og Ingun N. Olsen (Fraktleiðari)

POSTA: Dóttirfelagið hjá Posta, logistikkfyritøkan Posta Logistics í Danmark, hevur fingið Børsen Gazelle viðurkenningina fyri aðru ferð. Fyrstu ferð var í 2019. Børsen Gazelle verður latin fyritøkum, ið vaksa samanhangandi ár eftir ár, og í minsta lagi hava tvífaldað umsetningin ella bruttoúrslitið seinastu fýra árini.

- Hetta er eitt stórt herðaklapp til starvsfólkini í Danmark og starvsfólkini í Føroyum. Hóast tað er danska deildin, sum hevur hevur fingið viðurkenningina, so hava øll starvsfólkini luttikið, sigur Ole Rosengreen Martensen, stjóri á Posta Logistics.

- Vit samstarva tætt hvønn einasta dag um at fáa sendingar skynsamt til og úr Føroyum og starvsfólkini hava øll gjørt eitt megnar arbeiði, sigur Ingun N. Olsen, fraktleiðari á Posta.

Posta Logistics byrjaði virksemið í 2015 og hevur síðan fleirfaldað bæði umsetning og talið av starvsfólkum til nú at fevna um 11 starvsfólk. Endamálið við at seta Posta Logistics á stovn var millum annað fyri at handfara flutningin millum Føroyar og Danmark enn betur og at veita eina enn betur tænastu.

- Vit hava upplivað stóran vøkstur í virkseminum seinastu árini. Tí er tætt samstarv ein fortreyt fyri at fáa sendingarnar trygt fram og hetta veit eg, at okkara viðskiftafólk seta prís uppá, sigur Arina Bischoff, søluleiðari á Posta.

Frá vinstru: Nils Grubert (Posta Logistics) Anja Gleðisheygg (Flogfrakstleiðari) Ole R. Martensen (Stjóri Posta Logistics) Arina Bischoff (Søluleiðari) og Ingun N. Olsen (Fraktleiðari)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo